Normeringin í Føroyum á leið tann sama sum í øðrum londum

 skjalasavn Tíðindi

Málmenning.fo hevur spurt Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagogfelag um viðmerking til greinina, sum var á síðuni í seinastu viku um at ein norsk kanning, hevði staðfest, at tað var munur á tilboðunum, sum vóru veitt í teimum ymsu barnagørðunum.

Jógvan Philbrow:

“Normering í Føroyum sýnist vera umleið á sama støði, kanska eitt sindur hægri, enn í okkara grannalondum, um einans hugt verður eftir starvsfólkatímum fyri hvørt barnið.

Tað kann tó verða torført at gera beinleiðis samanberingar, tí viðurskiftini eru skipaði rættuliga øðrvísi frá landi til landi. Her hugsi eg serliga um onnur viðurskifti kring normeringstímar fyri hvørt barnið, sum stovnar hava.

Í Føroyum hava flestu stovnar lagt seg tætt við ella beint omanfyri politiskt vegleiðandi tølunum frá 1992. Onki er gjørt á økinum síðani. Tað eru gomul tøl, og tá vóru Føroyar eisini í einari svárari búskaparkreppu. Normeringin eftir tí lyklinum er 10 tímar um vikuna til hvørt vøggustovubarn undir 3 ár, og 5 tímar um vikuna til hvørt barnagarðsbarn millum 3 og 7 ár. Tað merkir at 4 vøggustovubørn eru til hvørt fulltíðarstarvsfólk og 8 barnagarðsbørn eru til hvørt fulltíðarstarvsfólk.

Hetta hevur Pedagogfelagið leingi hildið er ein heldur tepur normering, serliga tá hugsað verður um, at nógv fleiri krøv og uppgávur eru lagdar út til dagstovnar og starvsfólki at røkja síðani 1992. Vit hava somuleiðis gjørt útrokningar, sum vísa, at tað hevur verið máa burturav normeringstímatalinum fyri hvørt barnið við í miðal einum tíma um vikuna seinastu 10 árini.

Á hvønn hátt hetta ávirkar børnini á stovnunum, ber illa til hjá okkum at siga, og eisini er torført at meta um munin millum stovnarnar. Mær vitandi hevur eingin kanning verið gjørd um tað.

Yvirskipað kunnu vit siga, at sjálvsagt hevur normering avgerandi týdning fyri góðskuna av tilboðnum hjá barninum. Meira tíð starvsfólkið hevur saman við barninum, størri er møguleikin fyri stimbring og til dømis málmenning. Serliga hjá minstu børnunum. Kanningar vísa eisini, at starvsfólk á námsfrøðiliga økinum eru hart rakt av strongd, í mun til miðal í samfelagnum, og torført er eisini at fáa starvsfólkið at arbeiða fulla tíð. Tað kann tulkast sum tekin um, at trýstið á námsfrøðisligum arbeiðsplássum til tíðir kann verða ov høgt í mun til normering.” Endar Jógvan Philbrow viðmerkingina.