Talgildu miðlarnir kunnu vera góð námsfrøðilig amboð
Talgildi heimurin er partur av gerandisdegnum hjá flest øllum børnum í dag heima, tó ikki tá ið tey eru á dagstovni. Tískil liva børn í einum tvíheimi, har talgildu miðlarnir eru loyvdir í øðrum heiminum og útihýstir í hinum. Soleiðis nýtist tað ikki at vera, tí talgildu miðlarnir kunnu vera góð og hent amboð í námsfrøðiliga arbeiðinum. Tað vísa Randi Biskopstø, Malan Jákupsdóttir Heinesen og Osla Norðá, námsfrøðilesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, á í ritgerð, tær hava skrivað. Tær halda, at tað er umráðandi, at eisini dagstovnar síggja tað sum sína uppgávu at vera við í talgildisbúningini av børnum okkara.
Tekstur: Turið Kjølbro
– Talgildu miðlarnir fylla so nógv heima, at bæði foreldur og námsfrøðingar óttast, um teir eisini skulu fylla, meðan børn eru á stovni. Vit hugsa ikki talgildu miðlarnar at verða brúktir eins og teir verða heima, har børn stytta sær stundir á internetinum og sita nógv og leingi, men at teir kunnu verða nýttir á jøvnum føti við onnur námsfrøðilig amboð, og sjálvandi bara tá ið tað hevur eitt endamál og er partur av eini ætlan, siga tær tríggjar.
Skulu dagstovnarnir ganga undan?
Á sumri í fjør skrivaðu tær tríggjar, Randi Biskopstø, Malan Jákupsdóttir Heinesen og Osla Norðá, bachelor-ritgerð við heitinum, Mál og talgildir miðlar. Evnið valdu tær, tí at tær hoyrdu á prátinum og málinum hjá børnum, at tey vóru ógvuliga nógv ávirkað av talgildum miðlum.
– Vit hoyrdu nógv ensk orð í málinum hjá teimum, og vit hoyrdu, at ávirkanin kom av telduspølum, filmum, YouTube og slíkum, sum tey sita við heima. Spurningurin, sum vit so reistu, var, hvussu vit sum námsfrøðingar skulu arbeiða út frá tí veruleika, at hetta er ein partur av lívinum hjá børnum. Tí tað eiga vit, halda vit. Um somu tíð er upplagt at spyrja, hvussu dagstovnarnir kunnu ganga undan og vera við til at gera børnini búgvin at vera á talgildu miðlunum.
Nógv børn kenna bara ensku heitini fyri eitt nú ævintýr, sum hava verið á føroyskum leingi.
Tær settu sær tí fyri at kanna, hvørja ávirkan talgildir miðlar hava á málið hjá børnum á dagstovni, hvørja hugsan foreldur og námsfrøðingar hava um talgildar miðlar, tá ið talan er um nýtslu og møguleikar, og hvussu dagstovnurin kann skapa umstøður fyri, at barnið kann menna seg til tað, sum framtíðin bjóðar. Kanningarnar, sum tær gjørdu í sambandi við uppgávuna, staðfestu tað, sum tær hildu frammanundan, nevniliga, at bæði námsfrøðingar og foreldur siga málið og prátið hjá børnum er nógv ávirkað av talgildu miðlunum, serliga av enskum tilfari.
– Tá ið vit spurdu námsfrøðingar, um teir hildu, at talgildu miðlarnir eiga at vera partur av gerandisdegnum á dagstovnunum, so var semja um, at tað halda teir ikki. Hugburðurin hjá foreldrunum, sum vit spurdu, var tann sami, at børnini ikki skulu vera á talgildu miðlunum, meðan tey eru á dagstovni. Tá skulu tey spæla, og spæla merkir at spæla í siðbundnari merking.
Starvsfólk á dagstovnum vórðu spurd, um talgildir miðlar verða nýttir á dagstovninum; 54% svaraðu, at tey nýta talgildar miðlar á dagstovnunum; av teimum siga 35% tað vera til virksemi saman við børnunum.
– Útsagnir frá foreldrum og samrøður við námsfrøðingar vísa, at tað fyri tað mesta er óvirkin nýtsla, tað vil siga til at hyggja at ymiskum. Námsfrøðingarnir hildu ikki, at talgildir miðlar eiga at fáa innivist sum amboð í námsfrøðiliga virkseminum á dagstovnunum ella yvirhøvur hoyra heima á dagstovnum.
Námsfrøðingar á dagstovnum vísa á, at børn ikki menna móðurmálið nøktandi.
Talgildisbúgving
Hóast fyrivarni ella mótstøðu ímóti, at talgildir miðlar fáa innivist á dagstovni, so halda tær tríggjar, Randi Biskopstø, Malan Jákupsdóttir Heinesen og Osla Norðá, at tað er umráðandi, at dagstovnar taka støði í veruleikanum hjá børnum, sum er, at talgildu miðlarnir eru partur av lívinum hjá so at siga øllum børnum, frá tí tey eru heilt smá, um vit vilja tað ella ei.
– Tað er ein veruleiki, sum vit ikki kunnu skúgva okkum undan. Tí er tað umráðandi, at børn tíðliga læra, nær tað er í lagi at taka myndir av øðrum, nær tað ikki er í lagi, hvussu tú bert tað at, tá ið tú ert á internetinum, hvussu tú samskiftir virðiliga og so framvegis. Tá ið børnini koma í skúla, eru talgildu miðlarnir ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og tá eiga tey at duga væl og virðiliga, hvussu tú bert teg at á internetinum. Vit síggja í spurnakanningini og samrøðunum, sum vit gjørdu í sambandi við uppgávuna, at børnini hava stóran áhuga í talgildum miðlum, men at námsfrøðingar ikki taka støði í hesum áhuga. Eftir okkara tykki er tað ikki rætt, at námsfrøðingar ikki taka støði í hesum áhuganum. Skulu vit taka áhugan hjá børnum í álvara, er tað umráðandi, at dagstovnar og foreldur tora at loyva talgildum miðlum í dagstovnagerandisdegnum, sjálvandi við greiðum reglum og stevnumiðum.
Tær tríggjar settu sær tí fyri at kanna, hvussu talgildu miðlarnir kunnu verða brúktir sum eitt námsfrøðiligt amboð í dagstovnunum. Í grundini kunnu teir verða brúktir á sama hátt sum onnur námsfrøðilig amboð, halda tær.
– Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at tað alt fyri eitt er greitt, at teir bara verða brúktir, tá ið tað er partur av eini ætlan. Vit síggja fyri okkum nógv námsfrøðiligt virksemi, har talgildu miðlarnir eru ein partur. Tað kann eitt nú vera ein uppgáva, har ein bólkur av børnum skal gera eitthvørt ávíst, eina framsýning, ein leik ella film. Ella ein uppgáva, ið tekur støði í eini undran, har børnini brúka talgildu miðlarnar at finna fram til svar upp á tað, tey undrast á. Sjálvsagt skulu hesar uppgávurnar verða gjørdar við leiðslu av vaksnum. Á henda hátt gerast børnini viðskaparar í síni egnu spælimentan.
Tað kann vera ein avbjóðing, at so lítið talgilt tilfar er til á føroyskum, men tað nýtist ikki at vera ein forðing, tí tilfarið, sum er á føroyskum, kann brúkast á dagstovni, og nógv tilfar er til á internetinum, har málið ikki hevur so stóran týdning, halda tær.
– Sjálvandi eigur alt at vera á føroyskum. Vit hava sjálvar gjørt nakrar stuttfilmar, eisini saman við børnum, til dømis ein film burtur úr leirfigurum, har vit spældu allar leiklutirnar. Hetta er lætt, einfalt og stuttligt arbeiði at gera saman við børnum, har tey eru við í allari tilgongdini. Tað ber eisini til at fara túr og taka myndir við teldli, læra tey, hvussu tú tekur myndir og film. Børnini duga í grundini rættiliga væl, og tey finna ógvuliga skjótt og væl út av øllum, betur enn vit vaksnu. Tey verða rættiliga errin, tá ið tey síggja, at tey kunnu læra okkum nakað. Fáa talgildu miðlarnir rúm í dagstovnunum, so kann ávirkanin av enskum tálmast, tí hetta fer at viga upp ímóti nýtsluni av enskum tilfari. Vit rokna ikki við, at ávirkanin á málið verður størri, um vit loyva teimum inn á dagstovnarnar, nevniliga tí at teir bara fara at verða brúktir við einum námsfrøðiligum endamáli, og tí tilfarið, sum verður brúkt ella verður ment, verður føroyskt.
Børnini sita nógv fyri seg sjálv; foreldrini royna eftir besta førimuni at halda eyga við, á hvørjum pallum børnini eru, soleiðis at tey ikki koma inn á ymiskt, sum ikki er hóskandi, og sum kann vera skaðiligt og ræðandi. Men nógv foreldur gera ikki nógv burturúr at leita tilfar fram saman við børnunum, og tey brúka tað ikki til tað, sum tað kann brúkast til, til dømis at gera eitthvørt kreativt, sum til dømis ein film, eina framsýning, eina bók, taka myndir ella hvat tað nú kann vera.
Tvíbýttur heimur
Tað eru sterkar kreftir ímóti, at smábørn koma í nánd av talgildum miðlum; hetta fyrivarnið er ikki bara at hoyra millum námsfrøðingar og foreldur; eisini nógv gransking vísir á, at vit skulu vera varin á hesum økinum.
– Tað sýnist rættiliga løgið, at talgildu miðlarnir skulu verða bannaðir í dagstovnum, meðan tað er í lagi, at teir verða brúktir í skúlum. Sjálvandi skulu vaksin seta børnum mark fyri, hvussu nógv og hvussu leingi tey kunnu vera á talgildu miðlunum, umframt at tey skulu vera saman við teimum á talgildu miðlunum. Heldur enn at nokta teimum at vera á talgildu miðlunum, mugu vit vera virknari og vísa áhuga fyri tí, børnini síggja og spæla. Tað er eisini ein góður máti at seta føroysk orð og heiti á tað, børnini síggja. Nógv børn kenna bara ensku heitini fyri eitt nú ævintýr, sum hava verið á føroyskum leingi.
Hóast Randi Biskopstø, Malan Jákupsdóttir Heinesen og Osla Norðá halda, at talgildu miðlarnir eiga at fáa rúm á dagstovnum sum námsfrøðiligt amboð, skilja tær væl fyrivarnini, sum nógv hava mótvegis talgildu miðlunum.
– Nógv børn eru ógvuliga nógv á talgildu miðlunum, tað fer við nógvari tíð, og vit síggja og hoyra, hvussu tey verða ávirkað. Tað er skiljandi, at tað hjá nógvum kann tykjast ræðandi eisini at loyva talgildu miðlunum inn í dagstovnarnar. Nógv halda, at talgildu miðlarnir fara at fylla ov nógv, um teir fáa innivist á dagstovni, og at børn ikki longur fara at spæla, sum børn eiga at spæla. Eftir at vit hava arbeitt við evninum og skrivað uppgávu, hava vit verið námsferð og vitjað tveir dagstovnar í Danmark, ið brúka talgildar miðlar. Har síggja vit, at talgildu miðlarnir eru ein upplagdur felagsskapur, har vaksin og børn arbeiða saman við evnum. Teir brúka miðlarnar ymiskt, og tilgongdin fram til at taka teir í nýtslu hevur verið ymisk. Báðir stovnarnir eru byrjaðir í tí smáa og hava so líðandi tikið talgildu miðlarnar í nýtslu sum eitt námsfrøðiligt amboð afturat í námsfrøðiliga virkseminum; námsfrøðin er tann sama, um tú brúkar talgildar miðlar ella ei, og tað letur seg bara gera, um tú ert tryggur og tilvitaður um tína egnu námsfrøði.
Tvístøða
Stóri áhugin hjá børnum at vera á talgildu miðlunum setir foreldur í eina stóra tvístøðu; flestu foreldur hava mørk fyri, hvussu nógv og hvussu leingi tey kunnu vera á miðlunum. Hjá nógvum er hetta tó ein dagligur dystur, sum foreldrini ikki altíð vinna.
– Í samrøðum við foreldur søgdu fleiri, at tey ynsktu seg aftur til tíðina, áðrenn talgildu miðlarnir komu, tí tað er so trupult at avmarka nýtsluna hjá børnunum. Samstundis sum nógv foreldur seta greið mørk, vilja tey heldur ikki, at børnini eru eftirbátur og einki sleppa. Hetta er ein tvístøða flest foreldur kenna. Vit eru sannførdar um, at fáa talgildu miðlarnir rúm á dagstovnum, har børnini læra at vera á talgildu miðlunum á annan hátt, enn vit síggja í dag, so fer nýtslan at broytast, og tað kemur ein betri javnvág, soleiðis at nýtslan heima møguliga fer at minka. Í staðin fyri at sita óvirkin og taka ímóti, fara børnini at fáa hug at royna ymiskt, sum tey hava lært í dagstovninum. Meiri ein nýtsla, sum verður eyðkend av dygd og dýpan, í staðin fyri eini nýtslu, sum er eyðkend av tíðarspillu ella tíðarfyllu. Frá at vera óvirkin nýtsla til at vera virkin nýtsla.
Framtíðin
Námsfrøðin í flestu dagstovnum byggir á eina siðbundna fatan av, hvat børn skulu gera, meðan tey eru á stovni, halda tær tríggjar.
– Vit halda rættiliga fast við tað, sum vit leingi hava hildið er gott fyri børn og teirra umstøður; tað er í øllum førum varhugin, vit hava eftir at hava tosað við námsfrøðingar. Námsfrøðingarnir eru tilvitaðir um málmenning, tað fær stórt pláss flestu staðni, men tá ið talan er um at royna nakað annað nýtt og øðrvísi, til dømis at taka talgildu miðlarnar inn, so eru teir varnir. Tað skal tó sigast, at teir hava víst arbeiðinum hjá okkum við ritgerðini stóran áhuga. Ivaleyst botna varsemið og fyrivarnini í, at teir ikki vita nóg nógv um, hvussu talgildu miðlarnir kunnu verða brúktir sum námsfrøðiligt amboð. Verða teir tiknir inn á stovnarnar at verða brúktir sum námsfrøðiligt amboð, so ivast vit ikki í, at teir fara at taka væl ímóti tí og seta seg væl inn í økið.
Sjálvandi eigur alt at vera á føroyskum.
At heimurin er vorðin talgildur, ger, at námsfrøðingar mugu arbeiða meira málrættað og við nýhugsan innan tað námsfrøðiliga økið við at skapa eina góða tillaging til talgildu miðlarnar.
– Fyri nógvar námsfrøðingar er tað ein krevjandi uppgáva at taka ta talgildu tøknina inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Í hesum sambandi er týdningarmikið at leggja dent á, at tað finst eingin “rættur máti” at gera hetta. Tann talgilda tøknin eigur at vera grundað á ítøkiligar støður og mannagongdir við umhugsni og í tøttum samspæli við tað námsfrøðiliga arbeiðið, sum gongur fyri seg á tí ávísa stovninum.
Í 2016 skrivaðu danir talgildisbúgving upp í almennu virkisætlanina á talgilda økinum, og talgildisbúgving er partur á virkisøkinum hjá øllum kommunum. Haðar eru vit ikki komin í Føroyum.
– Talgildisbúgving er ein týðandi førleiki í 21. øld, men hann er ikki partur av námsfrøðiligu stevnumiðunum á dagstovnaøkinum í Føroyum. Tað ber tó væl til at tulka stevnumiðini til eisini at fata um talgildisbúgving. Skulu talgildu miðlarnir inn á dagstovnarnar í Føroyum, krevur tað fyrst og fremst, at leiðslan hevur tikið avgerð um, at so verður, og síðan at námsfrøðingarnir verða skúlaðir í at nýta talgildu miðlarnar sum námsfrøðiligt amboð. Tað er ikki nóg mikið, at alt hongur á eini eldsál; tað er umráðandi, at øll fáa førleikar at brúka miðlarnar. Ein førleikamenning av øllum starvsfólkunum.