Enska flóðaldan í málinum
Ensk lánorð í málinum eru løtt at síggja og hoyra. Verri er tað at avdúka, hvussu enskt ávirkar mállæruna og vendingar í móðurmálinum, halda norðmenn.
– Málið hevur altíð verið fyri broytingum, men tað, sum vit síggja nú á døgum, er, at norska málið broytist skjótari enn nakrantíð, sigur Anne Mette Sunde, lektari á háskúla í Noregi og málgranskari.
Tað er vanligt, at handlar og sølumiðstøðir hava skelti á enskum, og at fólk í vanligari talu taka til enskar vendingar, hóast vit hava góðar og nýtiligar vendingar á móðurmálinum. Í dramarøðini ”Skam” var ein rúgva av enskum lánorðum, so sum ”hooke” og ”fuckboy”. Slík lánorð eru løtt at fáa eyga á, tí tey líkjast ikki norskum. Í doktararitgerð síni á Instituttinum fyri mál og bókmentir við NTNU hevur Anne Mette Sunde kannað, hvussu ávirkanin úr enskum broytir norskt. Anglifisering eitur tað, tá ið enskt ávirkar nógv.
– Av og á læna vit merkingar av enskum orðum og brúka tær í norskum. Á norskum eru vit von við, at orðið opsjon merkir forkeypsrættur, tá ið talan er um at keypa virðisbrøv. Sunde greiðir frá, at orðið av og á verður brúkt í merkingini, ”alternativ”, ella ”valmøguleiki”, sum í setninginum, ”Sensur er ingen opsjon”. Orsøkin til broytingina er sannlíkt ávirkan frá tí enska, ”option”.
Í arbeiðinum við doktararitgerðini hevur Sunde lurtað eftir ljóðupptøkum av spælarum, ella geymarum, meðan teir hava spælt Counter-Strike. Hetta eru fólk, sum ofta spæla við aðrar spælarar í útlondum, og teir brúka nógv ensk orð. Upptøkurnar vísa, at enskt hevur stóra ávirkan á málið, eisini tá ið norskir spælarar samskifta sínámillum.
Spurd um norskt fer at doyggja út, svarar hon:
– Nei, tað haldi eg ikki. Málið tolir broytingar uttan at tað er í vanda fyri at doyggja. Málið hevur leingi verið fyri ávirkan frá útvarpi, sjónvarpi, filmi og tónleiki, meðan ávirkanin úr enskum umvegis internetið, sosialu miðlarnar og gjøgnum spøl er nýggj. Ávirkanin er ógvuliga stór og byrjar, meðan børnini eru smá. Fyrr kom enska ávirkanin úr ymsum hornum, nú brúka vit enskt nógv meira virkið í øllum samskifti tvørtur um landamørk á internetinum, sigur hon.
Kelda: forskning.no