At menna orðfeingið hjá børnum er ein vanlig námsfrøðilig uppgáva
Námsfrøðiliga Ráðgevingin í Klaksvíkar Kommunu hevur nógvar uppgávur. Tey skulu eitt nú veita vegleiðing og ráðgeving til starvsfólk og foreldur, sum eru um børn við avbjóðingum, at skipa fyri mennandi námsfrøðiligum tiltøkum, at vera fakligur kveikjari hjá leiðslu og starvsfólkum á dagstovnunum, at gera námsfrøðiligar eygleiðingar og at arbeiða fyribyrgjandi. Arbeiðið hjá Ráðgevingini tekur fyrst og fremst støði í grein 5 í dagstovnalógini og Barnarættindasáttmálanum hjá ST. Umframt hava barna- og ungdómsvirðini, sum Klaksvíkar Kommuna hevur samtykt, og integratiónsálitið hjá kommununi stóran týdning í arbeiðnum hjá Ráðgevingini.
Síðstu trý árini hevur Námsfrøðiliga Ráðgevingin serliga lagt dent á fyribyrgjandi átøk, og tað er her, at átøk viðvíkjandi málmenning koma inn. Orsøkin til, at Ráðgevingin serliga hevur savnað seg um málmenning, er, at avbjóðingarnar, sum námsfrøðingarnir sita við, á ein ella annan hátt hava við tað málsliga at gera.
– Mest sum allir fyrispurningarnir, vit fáa frá dagstovnunum, snúgva seg um mál á ein ella annan hátt. Í og við at Námsfrøðiliga Ráðgevingin er kommunal, og at tað er eitt krav, at kommunal átøk skulu vera fyribyrgjandi, er tað sjálvsagt, at arbeiðið vit gera á ymsu stovnunum er fyribyrgjandi, sigur Jórun Niclasen, námsfrøðiligur ráðgevi og leiðari á Námsfrøðiligu Ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu.
“Málmenning er vorðin ein størri og meiri týðandi partur í arbeiðnum hjá Námsfrøðiligu ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu síðstu árini.”
Góða føling
Í Námsfrøðiligu Ráðgevingini starvast 5 fólk, har eitt er skrivstovufólk; 4 teirra eru námsfrøðiligir ráðgevar. Allir ráðgevarnir eru útbúnir námsfrøðingar; umframt hava tríggir teirra eftirútbúgving av DPU, og ein er familjuráðgevi. Í Klaksvík eru 8 barnagarðar, dagrøkt og frítíðarskúlar. Hvannasunds kommuna samstarvar við Klaksvíkar Kommunu um Námsfrøðiligu Ráðgevingina.
Umleið tríggjar ferðir hvønn ársfjórðing eru starvsfólk í Námsfrøðiligu Ráðgevingini á vitjan á ymsu stovnunum.
– Vit miða altíð ímóti at vera tveir ráðgevar, tá ið vit eru á vitjan á stovnunum. Tað eru vit, tí tað altíð betri at vera fleiri, tá ið vit skulu grunda um tað, sum vit eygleiða, varnast og síggja. Vit hava rættiliga góða føling við, hvussu støðan er á ymsu stovnunum, eitt nú viðvíkjandi málsligu menningini hjá børnunum, sigur Jórun Niclasen.
Átøkini, ið Námsfrøðiliga Ráðgevingin hevur sett í verk, tá ið talan er um málmenning, eru kunning um málmenning, fakligar framløgur fyri starvsfólkunum á dagstovnaøkinum, talubólkar og ráðleggingardagar. Síðstu árini hava fleiri av framløgunum snúð seg um málsliga menning, um børn við málsligum avbjóðingum, um hvussu vit kunnu menna orðfeingið hjá børnum, um hvussu vit kunnu menna børn at koma til orðanna og so framvegis.
Fakligu framløgurnar eru eina ferð um mánaðin. Tá verða tveir tímar ein fyrrapart settir av at tosa um námsfrøðilig evni. Seinastu tvey árini hava fleiri framløgur verið um málmenning úr ymiskum sjónarhornum.
Talubólkar
Talubólkar eru eitt serligt átak til frama fyri málsligu menningini hjá børnunum. Síðan 2016 hava talubólkar verið skipaðir á hvørjum stovni sær við 4-6 børnum hvørja ferð. Aldurin á børnunum er frá 3 til 5 ár. Endamálið við talubólkunum er eitt nú at menna orðfeingið hjá børnunum, at geva teimum høvi at samskifta, at fáa staðfest, um barnið hevur málsligar avbjóðingar, har neyðugt er við serkønari vegleiðing til foreldur og starvsfólk og at geva starvsfólkunum íblástur til, hvussu tey kunnu arbeiða við málmenning.
– Er talan um talutrupulleikar, so sum skeiva úttalu, lesp og tílíkt, mæla vit til, at fara børnini til taluráðgeva. Starvsfólkini á stovnunum meta í samráð við foreldrini um, hvørji børn hava tørv á at koma í talubólk. Námsfrøðiliga Ráðgevingin skipar arbeiðið í talubólkunum og útvegar tilfarið, ið arbeitt verður við. Børnini koma saman í talubólki einar 6-7 ferðir. Í løtuni eru sjey talubólkar í gongd. Tað er ymiskt, hvat vit gera, tá ið børnini eru saman í talubólki; tað veldst nógv um, hvussu gomul børnini eru, og hvørjar avbjóðingar tey hava. Tað hevur sera stóran týdning, at starvsfólkini, sum eru um hesi børnini, fyrst lodda dýpið fyri at finna út av, hvørjar avbjóðingar børnini hava við málinum. Vanliga velja vit eina bók, sum hóskar til aldurin, og so brúka vit hana í samrøðulesing. Umframt hava vit spøl og annað, sum hóskar til bólkin.
Tá ið børnini eru saman í talubólkinum, fáa tey frið at samskifta og hugsavna seg um tað, tey gera. Viðhvørt kunnu starvsfólk vera í iva um, hvussu barnið er fyri málsliga, tí tað tosar ikki nógv.
– Mangan vísir tað seg, at hesi børnini, sum tosa lítið, koma rættiliga fyri seg, tá ið tey koma í talubólk; tey hava gott orðfeingi, men umstøðurnar á stovninum ella tað, at tey ikki hava so lætt at koma til orðanna, gera, at tey ikki tosa so nógv. Velja vit eina ávísa bók at arbeiða við í talubólkinum, fáa foreldrini at vita, hvørja bók vit brúka, soleiðis at tey kunnu lesa somu bók heima. Eftir at hava verið saman tíðarskeiðið, sum vit hava avtalað, taka vit saman um og gera eina niðurstøðu um hvørt barn sær, hvussu málið er ment, og hvør kanska hevur tørv á onkrum eyka ella um annar serkunnleiki skal vegleiða foreldur og starvsfólk.
“Vit kunnu ikki áleggja foreldrum at tosa nógv við børnini ella at lesa og syngja nógv fyri teimum, vit kunnu bara kunna tey um, hvussu týdningarmikið tað er og viðmæla tað.”
Royndirnar av talubólkunum eru sera góðar. Ikki bara hava nógv børn fingið eitt veruligt málsligt lyft. Annað og kanska týdningarmeiri er, at meiri ljós verður varpað á málmenning til gagns fyri øll børnini, sigur Jórun Niclasen.
– Tað er eingin ivi um, at stovnarnir raðfesta málmenning hægri nú enn áður, og vit síggja, at starvsfólk hava størri tilvit um málsliga menning enn áður. At málmenning verður hægri raðfest, krevur eitt størri tilvit um, hvussu hvørt einstakt barn er fyri málsliga sum heild. Vit síggja eisini, at foreldur eru meiri tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er at tosa saman.
Tríbýttir spurningar
Fyrispurningarnir, sum Námsfrøðiliga Ráðgevingin fær viðvíkjandi máli, kunnu bólkast í trý. Tann fyrsti bólkurin er málsligir trupulleikar, sum børn við føroyskum uppruna hava, so sum vantandi orðfeingi. Annar bólkurin er málsligir trupulleikar, sum børn, ið eru flutt til Føroya, hava, og tann triði er málsligir trupulleikar, sum børn, ið eru fødd og vaksin upp í Føroyum, men har annað foreldrið er útlendskt, hava. Tað er sjón fyri søgn, at tað eru komin fleiri børn, sum eru tví- ella fleirmælt, í kommununa, og nógvir av fyrispurningunum frá stovnunum snúgva seg um hesi børnini. Í skrivandi løtu eru umleið 30 tjóðskapir skrásettir í Klaksvíkar Kommunu.
– Tað er nógv fokus á, at hesum børnum tørvar at læra føroyskt so væl og skjótt sum til ber, soleiðis at tey kunnu fóta sær í samfelagnum. Á kommunalum stigi er ein bólkur í samstarvi við Útlendingarstovuna farin til verka at orða eitt upprit og nøkur tilmæli um, hvat kann verða gjørt, soleiðis at vit leggja upp fyri málsligu menningini hjá øllum teimum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Vónandi fer úrslitið av hesum arbeiði at føra til, at starvsfólk kenna seg betur ílatin til at møta børnunum og skilja, hvussu tey skulu arbeiða, og hvat tey skulu leggja dent á í arbeiðinum við fleirmæltum børnum. Endamálið er at gera tilfar og leiðreglur um, hvussu stovnarnir møta og arbeiða við fleirmæltum børnum. Ætlanin er, at tilfarið skal verða tøkt í ár, helst hesumegin summarið, og tilfarið skal verða lætt at fáa hendur á.
Eitt, sum ørkymlar starvsfólk á stovnunum nógv, er málsliga menningin ella vantandi málsliga menningin hjá børnum, sum eru fødd og vaksin upp í Føroyum, men har annað foreldrið er útlendskt. Nógv av hesum børnunum tosa ikki føroyskt. Málið kann vera eitt blandað mál, sum er merkt av, at foreldrini tosa eitt mál, sum hvørki er móðurmálið hjá øðrum ella hinum. Málið verður sostatt eitt triðja mál, sum kann verða sett saman av fleiri málum.
– Tað fyrsta, sum kemur námsfrøðinginum til hugs, er, at barnið eigur at læra føroyskt, sjálvandi skal tað læra føroyskt, men tað er ikki nóg mikið, tí tað loðar so nógv annað uppi við. Í nøkrum førum verður als ikki tosað føroyskt heima, og hetta kann vera við til at seinka menningini av at læra føroyskt væl. Ein annar spurningur, sum eisini kemur javnan fyri, er, hvussu vit skulu fyrihalda okkum í teimum førum, har tørvur er á tulki. Reglurnar á hesum økinum eru sera ógreiðar.
Samleikin ridlar
Jórun Niclasen hevur nógvar royndir í sínum yrki; seinni í ár eru 40 ár liðin, síðan hon tók prógv sum námsfrøðingur, og síðan 2005 hevur hon verið leiðari á Námsfrøðiligu Ráðgevingini í Klaksvíkar Kommunu. Hon er ikki í iva um, at børn eru øðrvísi fyri í dag, tá ið talan er um málsliga menning, samanborið við fyri nøkrum árum síðan.
– Í mínum hugaheimi hevur tað, at børn vanta orð, sum eyðkenna tað umhvørvið, tey vaksa upp í, nakað við samleikan hjá teimum at gera. Samleikin er meiri fremmandur hjá børnum í dag samanborið við hjá børnum fyrr. Tað, sum fyri mær er vanligt, er ikki gerandisligt ella vanlig hjá børnum í dag, og tí vanta tey orð fyri tað. Tað, at vit øll hava atgongd til internetið og aðrar miðlar, er sjálvandi við til at broyta okkara samleika. Samleikin hjá børnunum kemur ikki einans úr nærumhvørvinum ella upprunanum hjá børnunum, men eisini uttan úr heimi, gjøgnum teldur og teldlar. Hetta gloppið kann vera komið í, tí at tað verður ikki tosað nóg nógv við børnini ella lisið nóg nógv við teimum. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at orðfeingið hjá nógvum børnum er minni ella ikki tað sama í dag samanborið við fyrr. Vit hoyra, at børn hava heiti á lutum og øðrum á øðrum máli, og tað er spell, haldi eg. Ein annar munur á fyrr og nú, sum eg havi varnast, er, at nógv hava lyndi til at forklára trupul orð heldur enn at siga tey, sum tey eru. Kemur eitt orð, sum kann vera trupult at siga ella skilja, fyri í eini bók, so verður onkursvegna væntað, at børnini hvørki skilja ella duga at siga tað. Tað er at undirmeta børn, haldi eg; vit skulu gera alt so einfalt og lætt og tykjast at vera bangin fyri at lata tey hoyra trupul orð. Kanska skilja tey ikki orðið alt fyri eitt, men tey flestu hava ongar trupulleikar við at siga trupul orð ella at hoyra trupul orð og so kanska skilja týdningin av orðinum seinni.
“Tað er eingin ivi um, at stovnarnir raðfesta málmenning hægri nú enn áður, og vit síggja, at starvsfólk hava størri tilvit um málsliga menning enn áður.”
Gott samstarv
Samstarvið, ið Námsfrøðiliga Ráðgevingin hevur við ymsu stovnarnar, er sera gott. Stovnarnir venda sær dúgliga til Ráðgevingina og spyrja um ráð og vegleiða.
– Øll starvsfólkini á stovnunum kenna okkum, og vegurin inn til okkara er stuttur. Okkara fatan er, at tey lurta væl eftir okkum og arbeiða eftir besta førimuni sambært tí, vit mæla til. Í summum førum gera vit ein kassa við leikutoyi, sum vit lata stovnunum at royna við nøkrum børnum, sum kanska hava onkrar avbjóðingar. Fyri at vita, hvussu leikutoyið roynist sambært tí vit ætla og vilja, so biðja vit um eftirmeting av, hvussu tað riggar. Hetta hava vit sera góðar royndir av.
Í hesum døgum er samrøðulesing nógv uppi í tíðini, og ein vanligur fyrispurningur er íblástur til samrøðulesing.
– Samrøðulesing kann vera so mangt, tað kann vera góðar mannagongdir um, hvussu tú kanst lesa eina bók og fáa eitt gott prát um hana, tað kann eisini vera at lofta prátinum hjá børnum, tá ið tey eru í holt við okkurt, hvussu tey menna ymisk stig í samskifti, hvussu tey menna kenslumálið og so framvegis. At gera starvsfólk tilvitað um, at menning av orðfeingi kann fara fram alla staðni, er umráðandi.
Fram til summarsteðgin eru nakrir arbeiðsdagar settir av í Námsfrøðiligu Ráðgevingini, har útgangsstøði verður tikið í teimum yngstu børnunum á stovnunum.
– Hugsa vit fyribyrgjandi, er tað alt avgerandi, at vit seta inn so tíðliga sum til ber. Tað gera vit eisini út frá tí, at tað skal nógv til at lyfta børnini málsliga, og at tað er umráðandi at fyribyrgja, at tey ikki gerast eftirbátur málsliga. Vit hava í hyggju at gera tilfar og vísa á tilfar, sum námsfrøðingarnir í vøggustovunum kunnu brúka at menna málið hjá børnum. Vit fara at koma við uppleggum um, hvørjar bøkur kunnu verða nýttar, hvussu tær kunnu verða nýttar í samrøðulesing, hvørji spøl kunnu verða nýtt eins og onnur átøk at menna málið hjá børnunum. Vónandi fer tað at bera til at gera tilfarið teldutøkt. Tá snýr tað seg ikki um at kanna ella eygleiða børnini málsliga, men at skipa so fyri, at øll børnini verða ment málsliga so tíðliga sum til ber.