Greitt samband millum, hvussu væl tú dugir at tosa, og hvussu væl tú dugir at lesa
Nýggj donsk gransking vísir, at umleið 15 prosent av næmingunum í barnaskúlanum hava so vánaligar málsligar førleikar, at tað hevur negativar avleiðingar fyri, hvussu nógv teir fáa burtur úr skúlagongdini. Tað kemur fram í eini nýggjari kanning, sum eisini tekur saman um vitan, sum longu er til á økinum. Niðurstøðan er, at vánaligu málsligu førleikarnir hjá næmingunum kunnu vera atvoldin til, at næmingarnir hava avbjóðingar at læra sum heild.
Hevur ein næmingur vánaligar málsligar førleikar, eru sannlíkindini stór fyri, at hann eisini hevur aðrar avbjóðingar at læra, eitt nú danskt ella støddfrøði. Tað kemur fram í eini granskingarkortlegging, sum Barnagranskingardepilin hjá TrygFonden hevur staðið fyri vegna danska kenslumálaráðið.
Kortleggingin vísir eitt nú, at greitt samband er millum, hvussu væl tú dugir at tosa, og hvussu væl tú dugir at lesa. Í og við, at vit frá aðrari gransking vita, at lesing hevur stóran týdning fyri, hvussu ein næmingur klárar seg í øllum lærugreinunum í skúlanum, er tað sambært hesi kortleggingini upplagt at menna førleikarnar hjá næminginum at tosa. Granskingin vísir eisini samband millum førleikarnar hjá næminginum at tosa og førleikarnar at rokna.
Sum aðrar kanningar vísir eisini henda kortleggingin, at familjan og heimið hjá barninum hava ein týðandi leiklut, tá ið talan er um málið hjá barninum. Er dygdin á samrøðunum og læringini í heiminum vánalig, so hevur tað negativar avleiðingar fyri málsligu førleikarnar hjá barninum. Viðurskifti so sum familjur við láglønararbeiði, foreldur við stuttum útbúgvingum og slíkt hava eisini týdning.
“Kortleggingin undirstrikar týdningin av, at foreldur, sama hvørja bakgrund tey hava, raðfesta at tosa og lesa fyri børnum sínum.” Merete Riisager
Umframt familjubakgrundina vísir kortleggingin á samband millum lutvíst tvímæli og vánaligar mál- og lesiførleikar á málinum, sum ikki er móðurmálið, og lutvíst vánaligar málførleikar áðrenn skúlabyrjan og vánaligar málførleikar í skúlanum, serliga tá ið talan er um orðfeingi.
”Kortleggingin undirstrikar týdningin av, at foreldur, sama hvørja bakgrund tey hava, raðfesta at tosa og lesa fyri børnum sínum. Gera tey ikki tað, er barnið í vanda fyri at verða afturúrsiglt longu áðrenn tað byrjar í skúlanum. Vónandi fáa vit eyga á hesi børnini, tá ið málførleikarnir hjá teimum verða kannaðir í barnagarðinum. Vit fara eisini at brúka úrslitini í sambandi við lesiátøk, sum stjórnin hevur ætlanir um at fara undir, tí tað letur til, at tað serliga er førleikarnar at tosa, sum skulu bøtast hjá teimum næmingum, sum hava ilt við at bróta lesikoduna,” sigur Merete Riisager, nú fyrrverandi kenslumálaráðharri í Danmark.
Hildið verður, at millum 7 og 15 % av øllum børnum hava málsligar trupulleikar.
Átøk, sum muna
Granskingarkortleggingin vísir, at seks ymisk viðurskifti hvør sær ella sínámillum hava stóra ávirkan á næmingar, sum hava málsligar trupulleikar og veikar lesiførleikar:
- Stuðlandi amboð, har arbeitt verður við at stuðla tilognan av máli og fakligum innihaldi, til dømis við hjálp av grafiskum myndum og hugtakskortum.
- Læring gjøgnum samstarv, har undirvísingin er løgd til rættis, soleiðis at ein næmingur stuðlar einum øðrum ella við undirvísing í bólkum.
- At venja mál við ymiskum sløgum av undirvísingarhættum, har ljós verður varpað á málsligar førleikar, til dømis ”direct instruction”.
- KT-stuðlandi amboð, har tøknin verður nýtt at stuðla mál- og lesifatanini.
- Læristrategiir, har ymsar strategiir verða brúktar at stuðla lesifatanini og lesingini av innihaldinum.
- At lesa bøkur, har útgangsstøðið er, at øll lesa.
Kelda: Undervisningsministeriet í Danmark