Lesarar gerast betri lesarar

 skjalasavn Tíðindi

Dámar tær at lesa í frítíðini? Um tú svarar ja, so eru orsøkirnar helst fleiri. Góðu søgurnar, undirhaldið, avbjóðandi tankarnir og nýggja vitanin, kunnu vera millum orsøkirnar, ella tað at bøkurnar eru hurðar inn í aðrar heimar, har tú hittir fólk, sum tú ikki sær í veruliga lívinum. Onnur eru hugtikin av orðaleikinum, av málinum ella bara heilt einfalt elska at lata seg tøla av søguni. Tað er rættiliga sannlíkt, at tað er okkurt av hesum, sum nevnt er her, sum ger, at tær dámar at seta teg við eini bók. Men visti tú, at tað eisini hevur gjørt teg til ein betri lesara við góðari lesifatan?

Tað kann tykjast púra eyðsæð, at lesarar gerast betri lesarar, men granskarar hava leingi kjakast um hetta. Er tað tí, tú lesur nógv, at tú er góður lesari ella tað eru góðir lesarar, sum lesa nógv. Tað vil siga klassiski spurningurin um hønuna ella eggið.

Tað vil siga klassiski spurningurin um hønuna ella eggið.

Finskir granskarar svarað nú hesum spurninginum. Teir hava eygleitt 2500 næmingar í langa tíð og niðurstøðan hjá teimum er greið. At skal tú varðveita góðu lesiførleikarnar, so mást tú eisini lesa í frítíðini. Tey, sum høvdu góðar lesiførleikar í barnaskúlanum lósu eisini meiri í frítíðini enn hini. Tá ið hugt var eftir teimum, sum vóru miðalgóðir lesarar, sást at neyvt samband var millum lesimenningina hjá teimum upp gjøgnum ungómsárini og hvussu nógv tey lósu. Eisini vísti tað seg, at tað at lesa bøkur var serliga gott fyri lesimenningina.

Her eru 5 góð ráð um lesihug.

Kelda: lesesenteret.uis.no