Børn orka ikki at lesa
Norski rithøvundurin, Bjørn Sortland, er stúrin um mentalu orkuna hjá norskum børnum.
– Tað at lesa í eitt korter er vorðið eitt bragd, sigur hann.
2019 hevur verið bókaár í Noregi. Bókin, lesing og lesarar hava verið í miðdeplinum í stórum herferðum í Noregi. Norska landsbókasavnið staðfestir, at lesigleðin millum norðmenn er stór, nú árið er farið at halla.
Bjørn Sortland ivast, men staðfestir:
– Børn lesa í hvussu so er nógv minni enn fyrr. Og mentala orkan, tá ið umræður at lesa, er í hvussu so er nógv minni.
Sortland er ikki hvør sum helst, tá ið hann ger hesa niðurstøðuna. Hann hevur skrivað barnabøkur seinastu 30 árini – fleiri teirra eru týddar til føroyskt – og hann er nýliga settur sum professari á Norsk barnebokinstitutt (NBI). Seinastu árini hevur hann vitjað nógvar hundrað skúlar í Noregi. Hann lesur úr bókunum og tosar um bókmentir sum heild.
Viðhvørt hoyrir hann børnini siga: ”Hetta var stuttligt, men nú orki eg ikki meiri.” Í flokshølunum hevur hann varnast, at bøkurnar hjá eitt nú Roald Dahl nú eru býttar um við lættlesibøkur.
Bjørn Sortland sigur, at hann ikki hevur nakað ímóti hesum bókunum sum so, men:
– Tað er lítið av teksti, stavirnir eru stórir, og myndirnir eru nógvar. Og so eru tað næmingar, sum eru nógv eldri enn málbólkurin, sum lesa hesar bøkurnar, sigur Bjørn Sortland.
Bjørn sigur, at júst tað sama er galdandi fyri egnu bøkur hansara í røðini “listdetektivarnir”. Um røðina sigur hann, at talan eru um bøkur við nógvum myndum, grunnum persónslýsingum og eitt sindur av tjubang action. Upprunaliga skrivaði hann bøkurnar ætlaðar til umleið 5. til 7. flokk, men sær nú – við blandaðum kenslum – at næmingar á miðnámi lesa tær.
Fartelefonin hevur skyldina
Bjørn Sortland heldur, at nú mugu vit trýsta á ávaringarknøttin. Hann heldur, at støðan er nógv verri enn vit halda. Keðiliga gongdin hevur staðið við og versnað seinastu 10-12 árini, og høvuðsorsøkin er lítla tólið, sum Steve Jobs vísti heiminum í januar 2007.
– Tað er, sum hava tey klintrað niðan á Himalaya, tá ið tey hava lisið í 15 minuttir.
– Fartelefonin gevur okkum eina fatan av, at vit hava allan heimin í lummanum. Men hetta er nakað, vit billa okkum inn. Vit kunnu kanna alt og halda okkum vera vitandi, hóast vit einki vita um nakað sum helst, sigur Bjørn Sortland.
Og harafturat lærir telefonin okkum at leypa upp garðin, har hann er lægstur, beinanvegin okkurt gerst torført ella keðiligt. Bjørt Sortland er bangin fyri, at tey ungu missa evnini at liva seg inn í eina søgu. Tey lesa ongantíð nóg leingi, til at tey koma inn í tekstin.
– Tað er, sum hava tey klintrað niðan á Himalaya, tá ið tey hava lisið í 15 minuttir.
– Eg plagi at tosa um Harry Potter, tá ið eg eri á vitjan á skúlunum. Eg sigi teimum, at tað, sum er so ótrúligt og hugtakandi við at lesa Harry Potter, er, at tú kann hava alt Hogwarts inni í høvdinum. Men veitst tú, hvat ein næmingur svaraði mær herfyri? Tað var ein drongur, sum segði, at hann royndi men dugdi ikki at síggja nakað. Jú, eg eri stúrin um um ímyndingarevnini, lesifatan og lesievnini hjá ungdómi okkara, sigur Bjørn Sortland.
Í 2018 varð lesivanakanningin, sum kann lesast her á síðuni, gjørd. Í lesivanakanningini var staðfest, at fleiri enn 60% av føroysku næmingunum søgdu seg lesa sjaldan ella ongantíð í frítíðini.
Lesið meiri um lesikanningina her: malmenning.fo
Kelda: Klassekampen.no