Faldari frá Sernámi um fleirmæli

 skjalasavn Tíðindi

”Tá børn tosa fleiri mál” er heiti á faldara, sum taliráðgevarnir á Sernám hava gjørt. Faldarin er bæði á enskum og føroyskum og kann takast niður á hesi síðuni. Vanliga eru teir eisini tøkir á heimasíðuni hjá Sernámi, men síðan er óvirkin í løtuni.

Ofta eru foreldur í iva um, hvat mál tey skulu tosa við barnið og sína millum.

Í faldaranum stendur millum annað soleiðis: ”Tit skulu velja tað málið, sum er mest natúrligt fyri tykkum, bæði málsliga, kensluliga og sosialt. ”

Um foreldrini tosa hvør sítt mál, kann tað vera ein fyrimunur, tí tá kunnu børnini læra tvey mál, men so er eisini gott at minna seg á at: ”Børn, ið hava tvey móðurmál eru ofta eitt sindur seinni at tosa, tí tey skulu læra meir enn børn, ið bert hava eitt móðurmál. Tey vera tó eins væl ment málsliga sum børn við einum móðurmáli.”

You should choose the language that you are most fluent in and that feels natural for you, both socially and emotionally. Hold on to this choice.

Í faldaranum eru eisini góð ráð um málmenning, millum annað at gott er at syngja saman, at fara út og uppliva ymiskt saman við barninum og samstundis seta orð á tað, sum tit síggja.

Takið faldararnar niður her:

Enska útgávan

Føroyska útgávan