Uppskot um átøk
Í februar handaði bólkurin, sum gjørdi Lesivanakanningina, Honnu Jensen landsstýriskvinnu í útbúgvingar- og granskingarmálum, upprit um átøk at betra um lesingina. Arbeiðið var framhald av lesivanakanningini, sum staðfesti at føroysk børn børn lósu alt ov lítið.
Í uppritinum vóru 12 tilmæli um ítøkilig átøk, sum politiski myndugleikin og onnur sum varða av økinum, kunnu seta í verk.
Eitt av tilmælunum var at gera 2020 til serligt lesiár. Endamálið við átakinum er tað skal vera við at fremja góðan hugburð til lesing og eina góða lesimentan. Uppskotið var hetta:
Føroyar lesa 2020. Mælt verður til, at arbeiðsbólkur verður settur at fyrireika málrættað og landsumfatandi lesiátak í 2020, ið tekur støði í úrslitunum, sum koma fram í kvalitativu kanningini, vit mæla til verður gjørd, og at varpa ljós á bókina sum týðandi mentanaramboð og vitanarbera. Arbeiðsbólkurin skal savna allar partar, ið varða av bókaútgávu, bókasølu, miðling av bókum, játtandi myndugleikar, ymsar stovnar, eins og onnur, ið kunnu hugsast at kunna virka við til at menna áhugan og vitanina um lesing. Aðalendamálið við landsumfatandi lesiátakinum er at skapa eina betri lesimentan í føroyska samfelagum sum heild.
Í juli kunngjørdi Mentamálaráðið á heimasíðu síni, at farið var undir at fyrireika átakið Føroyar lesa 2020.