Snipp snapp snúti

 skjalasavn Tíðindi

Snipp snapp snúti er heiti á nýggjari rás á Youtube. Tað eru lesandi á Námsvísindadeildini, sum hava tikið stig til rásina, ið tey siga er teirra ískoytið til at geva børnum tilfar á føroyskum. Tilfari er ætlað til børn millum 3 og 8 ár.

Youtube rásin sæst her: https://www.youtube.com/channel/UCiEv8VPMH7pNh7h1BAEj3vw/videos

Á rásini eru í løtuni 4 ymsar søgur, ein teirra er søgan um eina kanin, sum ikki dámar gularøtur, søguna hava Eir Jógvansdóttir Olsen og dóttir hennara, Sofía Jóhansdóttir Troest skrivað.

Morgunsendingin hjá kringvarpinum var á vitjan hjá hjá Eir og Jóhonnu. Hoyrið sendingina her: https://kvf.fo/gmf?sid=102021&fbclid=IwAR0RW0r_Wf7cxb4uVvDCAOF9IvYKoUN2VWedKa3pmTWOexX_MFpPTKc5vzM

Um onkur hevur eina søga, sum tey vilja lata rásini, ber til at senda hana til snippsnappsnuti@gmail.com