Nýtt málmenningarspæl
Fyri jól kom út nýggja málmenningarspælið Hey Breyð, sum er ætlað teimum minstu børnunum.
Saman við teimum báðum Binu og Broddi fara børnini á ferð í Vakradali. Meðan tey loysa putlispøl læra tey at ríma.
Tað eru fólkini handan Gaman, sum hava staðið fyri spælinum. Gaman vann kapping, sum Tórshavnar Býráð skipaði fyri í samband við eitt átak fyri málmenning.
Spælið Hey Breyð er serliga ætlað at vera spælt á teldlum og er tókt á appstore, google play og á amazon. Spælið kostar 35 krónur
Tey handan spæla leggja afturat, at tað er ikki bara bara at menna eitt spæl, so tí vilja tey fegin frætta frá brúkarum, um onkur kemur á fram á onkra villu, ella um tit hava eina viðmerking um okkurt, sum tit uppliva í Vakradali.
https://apps.apple.com/sa/app/heybreyd/id1449597688
https://play.google.com/store/apps/details…
https://www.amazon.com/gp/product/B082VLFYXR