Tú kanst gera nøkur val, sum stimbra málið hjá børnum tínum
Fortreytirnar hjá børnum hava nógv at siga fyri, hvussu tey mennast málsliga. Helena Kannuberg, MA í føroyskum, er ivaleys í, at fingu foreldur hjá tvímæltum børnunum betri upplýsing og kunning um týdningin av málmenning, so var støðan ein onnur hjá nógvum børnum í dag.
– Altjóða gransking vísir, at tú kanst gera nøkur val, sum stimbra málið hjá børnum tínum, til dømis at tosa móðurmálið, at lesa fyri teimum og so framvegis, sigur Helena Kannuberg, MA í føroyskum.
Í MA-ritgerð síni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur hon gjørt eina kvalitativa kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu. Á heysti 2018 hevði hon samrøðu við 4 børn, ið eru 9-10 ára gomul og ganga í 4. flokki.
Serfrøðin sigur, at tú altíð eigur at tosa móðurmálið við børn tíni; tí er sera umráðandi, at henda vitanin kemur út til foreldur
– Eitt av teimum fýra børnunum, sum er við í kanningini, ið eg havi gjørt, kláraði seg væl, eisini samanborið við kontrollbørnini, tað vil siga børnini, sum eru vaksin upp við bara føroyskum. Foreldrini hjá hesum barninum, sum kláraði seg væl, eru ógvuliga tilvitað um týdningin av menna málið hjá barninum; hetta barnið dugir bæði móðurmálið hjá mammuni og føroyskt; tað er vaksið upp við, at mamman tosar móðurmálið og flótandi føroyskt, og tað hevur verið lisið nógv fyri tí í uppvøkstrinum. Bæði foreldrini hjá gentuni, sum skarar framúr samanborið við hini børnini í kanningini, hava universitetsútbúgving, og kanningarúrslitini benda á, at hetta hevur havt jaliga ávirkan á málmenningina hjá barninum. Harumframt geva kanningarúrslitini eisini ábending um, at dugnaskapurin hjá mammunum í føroyskum hevur týdning fyri, hvussu væl børnini duga føroyskt.
Serfrøðin sigur, at tú altíð eigur at tosa móðurmálið við børn tíni; tí er sera umráðandi, at henda vitanin kemur út til foreldur, sigur Helena Kannuberg.
– Tað kemur tíverri fyri, at foreldur fáa skeiva upplýsing; eitt nú at foreldur, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, skulu tosa føroyskt við børn síni. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú tosar móðurmálið, er samskiftið natúrligt, tí móðurmálið situr í beinagrindini. Tað er bara gjøgnum móðurmálið, at tú kanst stimbra málið hjá børnum tínum og styrkja sansirnar, ljóðansni og málkensluna. Tað ber í øllum førum ikki til í sama mun á einum øðrum máli enn móðurmálinum. Tann størsta gávan, tú kanst geva barni tínum, er móðurmálið. At velja tað frá og tosa eitt annað mál, tú kanska ikki dugir ella ikki dugir nóg væl, er ógvuliga harmiligt. Tí er tað so sera umráðandi, at foreldur verða kunnað um týdningin av málmenning so tíðliga sum til ber.
Tvey av teimum fýra tvímæltu børnunum í kanningini hjá Helenu Kannuberg eru vaksin upp við, at mammurnar hava tosað móðurmálið við tey; onnur gentan dugir málið og tosar tað, um hon vil; hin skilir móðurmálið hjá mammuni, men vil ikki tosa tað.
– Hvat mál mamman velur at tosa, og hvat mál verður tosað heima, er ikki tað einasta, sum er týdningarmikið fyri menningina av málinum, sum verður tosað í landinum, tú býrt. Tað er eitt samanspæl av fleiri viðurskiftum. Í einum vælferðarsamfelag sum tí føroyska skuldi tú ikki hildið, at sosiobúskaparliga støðan hjá familjuni hevur stóran týdning, og ein long útbúgving hjá foreldrunum er ikki nøkur trygd fyri, at børnini klára seg væl; heldur er útbúgvingarstigið ein ábending um ein hugsanarhátt og eitt tilvit, sum foreldrini hava. Og tað benda vanarnir, sum foreldrini hava tikið til sín í uppalingini av børnum sínum, á. Foreldrini hjá gentuni, sum skarar framúr av teimum fýra, hava lisið nógv fyri henni, bæði á føroyskum og á móðurmálinum hjá mammuni. Í upplestri møtir barnið góðum og ríkum orðfeingi, og tað stimbrar málið. Hjá hinum, sum ikki klára seg eins væl, hava tey ikki havt somu vanar heima; har hava foreldrini ikki lisið fyri børnunum, kanska tí at tey ikki vita, hvussu stóran týdning tað hevur. Vit vita, at veksur tú ikki upp í eini mentan, har tað verður lisið, er tað ikki so lætt at ogna sær henda vanan og seta tíð av.
Tað er ikki óvanligt, at tvímælt børn tosa eitt triðjamál heima, tað vil siga hvørki føroyskt ella móðurmálið hjá mammuni, men enskt ella bronglað føroyskt. Kanningin vísir, at foreldur, sum hava hvør sítt móðurmál, velja at nýta ymiskar málsligar leistir í barnauppalingini.
– Summi foreldur meta tað vera best fyri børnini at halda seg til eitt mál við hús, møguliga við teirri grundgeving, at fleiri mál kunnu ørkymla børnini, og tá fellur valið sum oftast á málið, sum verður nýtt í samfelagnum, har familjan býr. Onnur foreldur velja at fylgja meginregluni, eitt foreldur, eitt mál. At mammurnar velja ikki at tosa móðurmálið við børnini kann vera, tí at tær halda, at so lærir barnið skjótari føroyskt, og tað kann eisini vera, at tær hava fingið at vita, at tað eiga tær at gera. Eg rokni við, at tær gera tað, tí tær halda, at tað er best fyri børnini. Enskt fær eisini ofta stóran týdning í familjunum, tí tað er á enskum mamman og pápin samskifta. Tí vaksa børnini upp við, at tað verður tosað enskt heima; enskt verður mangan málið, har øll eru á jøvnum føti, eitt lingua franca, sum merkir felagsmál. Og hetta er mangan ikki enskt, sum enskt verður tosað av enskmæltum, men eitt brúksmál, har tú tekur málskipanina úr tínum egna máli og flytur yvir í enskt. Hóast felagsmálið í familjum ofta verður enskt, er tað ein fyrimunur fyri málmenningina, at foreldur samskifta við síni børn á sínum egna móðurmáli, tí tá gerst samskiftið natúrligt, umframt at einstaka barnið tá hevur góðar fortreytir fyri at fáa eina sterka málkenslu.