Hvar fara tit á koronalesiferð?
Hava tit verið á gátt hjá Skrímslunum? Hava tit rímað við Aleksanduri? Hava tit fylgst við Juliu? Hava tit vitað um nakar pingelipongur er í postkassanum hjá tykkum? Og kenna tit blómurnar hjá Sólrun?
Fyrr í dag var eitt uppslag á facebooksíðuni hjá Málmenning um heimir, sum vit kunnu vitja, eitt nú Hogwartz, sum til ber at ferðast til í hesum koronadøgum. Rithøvundin Rakel Helmsdal kom við frálíkum hugskoti um, at til ber eisini at fara á føroyskar ferðir so sum til Port Janua.
Summar av bókunum eiga tit, annars eru bókasøvn, sum koyra bøkur út og fleiri bókahandlar gera tað sama.
Leinki til bøkurnar finna tit her:
Hvør fjalir seg í postkassanum: https://bokaklubbin.fo/products/hvor-fjalir-seg-i-postkassanum?_pos=1&_sid=f87a3a8fa&_ss=r
Skrímslasótt: https://bokaklubbin.fo/products/skrimslasott?_pos=4&_sid=b129d7269&_ss=r
Trapputrinus: http://bfl.fo/boekur/leiting?GroupID=GROUP1039&ProductID=PROD2120
Julia og bjargingarvesturin: https://bokaklubbin.fo/products/julia-og-bjargingarvesturin?_pos=2&_sid=c85d761da&_ss=r
Loppugras: https://bokaklubbin.fo/products/loppugras?_pos=1&_sid=dcb586eb2&_ss=r