Hvør leggur lag á í heimaskúlanum?

 skjalasavn Tíðindi

Hvør hevur ábyrgdina av, at børnini gera tað, sum skúlin og lærararnir leggja upp til, at tey skulu, nú vanliga skúlagongdin er løgd niður, og heimaskúli er? Ivaleyst er tað ymiskt úr heimi í heim. Í greinum á ymsum netsíðum kunnu vit lesa, at tað hjá nógvum foreldrum kann vera ein stór avbjóðing at fáa alt at bera til, soleiðis at øll fáa sítt, nú meðan undantaksstøða er. Í nógvum heimum eru børn í ymsum skúlaaldri, kanska eisini børn, sum ganga í barnagarði, um somu tíð, sum foreldrini eisini skulu røkja sítt arbeiði heimanífrá. Í summum heimum eru børn, sum vanliga hava ilt við at hugsavna seg at gera skúlating, og í summum heimum eru børn, sum hava ilt við at læra sum heild. Tað eru eisini heim, har tað ikki er vanligt, at børnini fáa hjálp við skúlatingum.

Stóra lesivanakanningin, sum varð gjørd fyri tveimum árum síðum, gevur okkum eina ábending um, hvussu tað er í nógvum heimum – undir vanligum umstøðum. Har síggja vit, at sum heild eru tað mammurnar, sum gera oftast skúlating við børnunum, men flestu børnini fáa eisini hjálp frá pápunum. Tað sæst eisini, at talið av teimum, sum onga hjálp fáa, veksur úr 15 % í 4. flokki upp í 37 % í 9. flokki.

Felags fyri allar spurningarnar, sum børnini fingu í kanningini, er, at mamman verður oftast nevnd, sum tann, ið ger skúlating við børnunum; serliga væl sæst hetta, tá ið tað verður samanborið við, hvussu ofta børnini lesa; har sæst, at tey, sum fáa hjálp til skúlatingini frá mammuni, eru tey, sum lesa oftari í frítíðini. Hyggja vit at kynunum, sæst, at færri dreingir enn gentur fáa hjálp til skúlating.

Í lesivanakanningini var eisini kannað, hvørji viðurskifti gjørdu seg galdandi í teimum flokkunum, sum høvdu góða lesimentan. Har kom fram, at næmingarnir, sum lesa nógv, fáa hjálp til skúlating frá mammuni ella systkjum; í teimum flokkunum, sum høvdu vánaliga lesimentan, var øvut staðfest, at tá ið børnunum tørvaði hjálp til skúlating, vóru tað onnur enn mamman ella systkin, sum hjálptu. Kanningin vísti eisini, at tað er vanligari millum næmingar, sum lesa nógv, at fáa hjálp til skúlating, enn millum næmingar, sum lesa lítið.

Lesivanakanningin varð gjørd í 4., 6. og 9. flokki, og fleiri enn 1200 næmingar svaraðu. 89 % av teimum, sum tóku lut í kanningini, søgdu, at tey altíð ella næstan altíð gera skúlating.

Tað ber til at lesa alla kanningina her: https://www.malmenning.fo/kanning-av-lesivanum/