Ráðstevna um máltøku hjá børnum
Mánadagin 21. novembur verður ráðstevna um máltøku hjá børnum. Fyrilestrarnir vera um máltøku og lesing, og tey, sum vit fara at hoyra hendan dagin, eru granskarar í lesing og máltøku hjá børnum. Tey eru Carsten Elbro, professari, Laila Kjæbæk, lektari, Marit Clausen, adjunktur, Justin Marcussen-Brown, ráðgevi, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur stuðlað ráðstevnuni umvegis játtan til barna- og ungdómsarbeiði. Fyrilestrarnir eru fyri øllum áhugaðum og eru ókeypis, men tilmelding krevst.
Dagur: Mánadagur 21. novembur kl. 8.45 til umleið 12.45
Stað: Kongshøll, Sjóvinnuhúsið, Vestara bryggja, Tórshavn
Tilmelding: https://setur.atgongumerki.fo/webshop/event/1675898/order/info