Nýggj lesivanakanning

 skjalasavn Tíðindi

Nýggj, kvalitativ lesivanakanning er júst løgd fram. Hon byggir á kvantitativu lesivanakanningina, sum var gjørd 2017-2018. Í fyrru kanningini vóru tað allir næmingarnir í 4., 6. og 9. flokki í skúlunum kring alt landið, sum svaraðu spurnablaði. Í hesi seinnu eru tað samrøður við næmingar í 6. flokki í 19 flokkum í 12 skúlum úr øllum landinum. At tað gjørdust næmingar í 6. flokki, er tí, at tann kvantitativa kanningin vísti, at tað er umleið tá, at hugurin at lesa minkar munandi, um somu tíð sum nýtslan av øðrum miðlum veksur.

Yvirskipaða endamálið við kanningunum er at fáa í ljósmála, hvønn hugburð børn hava til bøkur og at lesa – og lesing sum heild.

Tann fyrra kanningin er ein støðulýsing av, hvussu ofta og hvussu nógv børn lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa. Eisini verður spurt um miðlavanar, hvat tey gera í frítíðini, hvussu nógva tíð tey eru á talgildu miðlunum, hvussu nógvar bøkur tey eiga heima, hvussu ofta tey læna bøkur á bókasavni, hvør tað er, sum eggjar teimum at lesa, hvør hjálpir teimum við skúlatingunum, hvussu ofta tey brúka ensk orð í samskifti við onnur og mangt annað. Í teirri seinni kanningini verður farið aftur um svarini, sum børnini góvu í fyrru kanningini, tað vil siga, at tað verður spurt meiri dýpandi inn til tað, børnini hava svarað. Øll, sum hava verið við, hava fingið somu spurningar.

Høvuðsniðurstøðan í nýggju kanningini er greið, og hon er, at bara tey, sum elska-elska at lesa, lesa (sum onkur teirra tekur til), og tey eru væl færri í tali, enn tey, sum ikki lesa. Eisini er ein av greiðu niðurstøðunum í kanningini, at spennið er sera vítt millum flokkar og skúlar, tá ið talan er um at lesa, frílesa og yvirhøvur at raðfesta lesing.

Tað eru Sissal M. Rasmussen ph.d. og adjunktur, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari og BA og MA í føroyskum, og Turið Kjølbro, cand.phil og ritstjóri, ið hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina.

Les frágreiðingina um kanningina her: Kvalitativ Lesivanakanning 2020-2022