Hvat snýr verkætlanin Ljóðmenning seg um?

Endamálið við kanningini er at kanna nær børn læra at siga ymisku ljóðini í føroyskum. Verkætlanin er fíggjað av Nordplus og Betri Stuðul. Verkætlanin er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Sydansk Universitet og Háskóla Íslands.

Hví hevur ljóðmenning týdning?

Vitan um nær børn siga ávísu ljóðini á føroyskum hevur týdning fyri at kunna eyðmerkja tey børn, sum hava seinkaða talumenning ella ljóðmenning, eitt nú við at siga ‘igla’ heldur enn illa. Við at granska í hesum viðurskiftum fáa vit nýggja vitan um føroyskt. Ein kanning av nær børn siga tey ymisku ljóðini, hjálpir skjótt og neyvt at eyðmerkja børn, ið hava talutrupulleikar samanborið við javngomul børn.

Hvør kann vera við í kanningini?

Hevur tú eitt ella fleiri børn í aldrinum millum 2½ og 7½ ár og hevur hug at hjálpa okkum við einari granskingarverkætlan innan mál hjá føroyskum børnum?

Kravið er, at familjan bara hevur føroyskt sum mál heima við hús.

Hvat fevnir luttøkan um:

Barnið:

  • Hittir ein granskingarhjálpara hjá okkum og nevnir orð, sum barnið sær á myndum (hetta verður tikið upp á band)
  • Sigur eina søgu út frá stuttari myndarøð

Foreldur at barninum:

  • Svara stuttum skjali um talu- og málførleikar hjá barninum
  • Svara skjali um dialektina hjá sær
  • Eru við í stuttari bandaðari samrøðu um dialektina hjá sær (kann vera gjørt online)

Tú verður eisini spurd/ur um námsfrøðingurin hjá barninum kann svara einum spurnarblaði um talu- og málførleikar hjá barninum.

Hevur tú hug at vera við?

So trýst á hetta leinkið og les meira: https://csufobjbs.au1.qualtrics.com/jfe/form/SV_6ikrWuznHPklfQG

 

Er tú námsfrøðingur/lærari og skal svara spurnarblað? So svara vinarliga her:

https://csufobjbs.au1.qualtrics.com/jfe/form/SV_eQdVPHYYoRqsxVk 

Hvørjir eru granskararnir 

Sissal Maria Rasmussen, Ph.d.

Sissal Maria Rasmussen er granskari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Sissal granskar í málmenning og hevur drúgvar royndir innan máltøku hjá børnum. Hon hevur ment eitt spurnarblað um orðfeingi hjá føroyskt mæltum børnum.

https://www.pure.fo/en/persons/sissal-maria-rasmussen

 

Marit Clausen, Ph.D

Marit Clausen er talulærari og granskari á Syddansk Universitet. Hon hevur ment, roynt og savnað normativar dátur frá umleið 400 børnum, sum høvdu vanliga ljóðmenning og dátur frá umleið 200 børnum, ið høvdu ólag í ljóðmenningini. Hetta var gjørt í samband við eina kanning av danskari talu (LogoFoVa). Marit hevur serliga arbeitt og granska innan máltøku av donskum, ólag í talumenningini hjá danskt mæltum børnum, fonologiskt uppmerksemi og innan talu og málmenning.

https://portal.findresearcher.sdu.dk/en/persons/marit-clausen

 

Dr. Þóra Másdóttir

Þóra Másdóttir er talulærari og granskari á Háskóla Íslands. Hon hevur ment, roynt og savnað normativar dátur frá umleið 400 børnum til íslendsku talukanningina (Málhljóðapróf ÞM). Þóra arbeiðir serliga við vanligu máltøkuni á íslendskum, við ólagi í ljóðligu talumenningini hjá íslenskt mæltum børnum og talu og málmenning.

https://english.hi.is/staff/tm

 

Marc Daníel Skipstað Volhardt

Marc Daníel Skipstað Volhardt er fonetikari á Háskóla Íslands. Hann er royndur í fonetiskari transkribering av føroyskum, donskum og íslendskum og er royndur málfrøðingur. Marc arbeiðir serliga við hvussu máltøkan av norðurlendskum málum er í øðrum norðurlendskum málum.

https://english.hi.is/staff/mds

 

Dr Kathryn Crowe

Kathryn Crowe er talulærari og granskari á Háskóla Íslands og á Charles Sturt University í Avstralia. Hon hevur royndir av at leiða stórar granskingarverkætlanir og við meting av hvussu máltøka er á ymsum málum

  • Link to HÍ profile page

 

Eydna Joensen Steinberg

Er MA í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon er vísindaligt hjálparfólk í granskingarverkætlanini “Kanning av ljóðmenningini hjá føroyskum børnum.” Hon fer millum annað at gera upptøkur av børnunum.