Plakat við hugskotum til góðu samrøðuna
Sum partur av málmenningarátøkunum er nýggj plakat prentað við hugskotum um góðu samrøðuna, sum kann stuðla málmenningini hjá børnunum.
Á nýggju plakatini eru góð ráð til foreldur og onnur um, hvussu tey kunnu menna málið hjá børnunum. Ætlanin er, at plakatin eitt nú kann hanga uttan fyri stovurnar á dagstovninum. Stovnar kunnu heinta plakatina í hølunum hjá Føroya Pedagogfelag í Tungugøtu 1 í Havn.
Kathrina Skarðsá hevur teknað myndirnar, og Sissal M. Rasmussen og Turið Kjølbro hava tikið stig til plakatina. Sissal og Turið eru partur av toyminum handan síðuna malmenning.fo.
Mentamálaráðið, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Føroya Pedagogfelag hava stuðlað átakinum.