Álvarsligur samfelagstrupulleiki, at so nógv børn lesa so lítið

 skjalasavn Tíðindi

Umrøða: Turið Kjølbro, Lydia Didriksen, Marjun Ziskason og Sissal M. Rasmussen

At bara triðja hvørt barn í 4. flokki og fjórða hvørt barn í 6. flokki lesur regluliga í frítíðini, tað er fleiri ferðir um vikuna, er ógvuliga órógvandi og álvarsligt. Børnum í hesum aldrinum tørvar nógva lesivenjing fyri at ogna sær góðan og nøktandi lesiførleika; góður lesiførleiki er, at tú lesur flótandi og raðið uttan at brúka orku at avkoda orðini, og at tú skilir tað, tú lesur. Tá ið so stórt tal sum 67 prosent av teimum í 4. flokki, ella tveir triðingar, ikki lesa, so bendir tað á, at venjingin ikki er nóg støðug og munagóð. Tað er ein sannroynd, at meiri tú lesur, meiri venur tú avkodan og skjótleika, og skjótari lesur tú raðið og skilir tað, tú lesur. Lesur tú ikki raðið, so stríðist heilin við at avkoda tað, tú lesur, og fatanarmongdin fellur; við øðrum orðum fært tú ikki tað burtur úr tekstinum, sum tú eigur. Hjá alt ov mongum børnum í okkara skúlaverki verður lesiførleikin ikki nóg góður, tá ið vit kunnu staðfesta, at tey lesa ov lítið.
Hví lesa? Lesing er ein ótømandi kelda til gleði, spenning og undirhald. Gjøgnum bøkur kann barnið lesa um ymiskar kenslur og tankar, fólk hava, og um støður, sum ymisk fólk koma í. Hetta er ógvuliga mennandi og læruríkt, og tað ger, at barnið lættligari kann kenna seg sjálvt aftur og læra onnur at kenna. Barnið víðkar sjónarringin, fær vitan um verðina, ið er neyðug undanvitan fyri lesifatan, lærir nýggj hugtøk, ið er neyðug undanvitan fyri lesifatan, lærir at hugsavna seg, og ikki minst lærir barnið at vera menniskja. Lesandi barnið fær ein fyrimun, sum varir alt lívið.

Orðfeingi

Hvat krevst fyri at hava góðan málførleika, og hvat forðar tí? Hevur tú ongantíð skrivaðan tekst fyri tær, mennir tú ikki málið á fullgóðan hátt; tað er ikki nóg mikið bara at hoyra onnur børn tosa, tú mást lesa fyri at ogna tær góðan, ríkan og djúpan málførleika. Orðfeingið hjá teimum 67 prosentunum, sum ikki lesa regluliga og støðugt, økist ikki í sama mun sum hjá teimum 33 prosentunum, sum lesa. Barnið, sum lesur, er nógv betur fyri at orða seg og at skilja tekst. Tað liggur nær at ímynda sær, at tvey av trimum børnum stríðast við lesing. Spurningurin er tí, hvørjar málfyrimyndir børnini hava, sum lesa lítið og einki. Fyri at menna orðfeingið krevst, at børn hoyra og síggja orð aftur og aftur, og at torleikastigið í tekstunum, tey lesa, alla tíðina hækkar samsvarandi aldursstiginum og førleikastiginum hjá barninum. Orðfeingið eru orð, sum liggja í huganum, og sum verða tikin fram í minninum.
Ein avleiðing av, at børn lesa lítið og einki, kann vera, at tey ongantíð koma á lagið at lesa flótandi og raðið, at tey rætt og slætt gerast vánaligir lesarar, og at tey lesa seint; lesur tú seint, ávirkar tað eisini hugin hjá tær at lesa. Í øllum lærugreinum er nógv at lesa. Eldri børnini gerast, truplari verður teksturin. Bæði setningsbygnaður, innihald og orð verða torførari, og meiri abstrakt orð koma fyri í øllum lærugreinum; lesur tú ikki, hevur tú ilt við at lesa truplari tekst, skilja orðini og kenna tey aftur. Skriftmálið er so samansett, at venjast børn ikki við skriftmálið, meðan tey eru smá, so menna tey ikki orðfeingið, og tey megna ikki at lesa abstraktan tekst. Hesi børnini, sum ikki lesa, renna seg ímóti nógvum forðingum, og tey fara alla tíðina at dragna afturúr samanborið við tey, sum lesa.
Mangan verður Matteus-effektin tikin fram í málmenningarhøpi, og tað er ikki uttan orsøk; hon sipar til evangeliið eftir Matteus, kap. 25, ørindi 29, sum sigur: “Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.” Júst soleiðis er við lesingini: tey, sum duga og lesa, fara at duga betur og læra meiri, og øvut, tey, sum ikki duga, læra ikki meiri. Hesi eru eisini í vanda fyri at steðga upp, geva skarvin yvir og koma ongantíð í gongd samanborið við lesaran, sum er í støðugari menning.
Vantandi orðfeingi á føroyskum kann vera atvoldin til, at annaðhvørt barn, sum tekur lut í kanningini, brúkar ensk orð í staðin fyri føroysk í samskifti við onnur; hetta er vanligari, eldri børnini gerast, og eisini vanligari, um tú ert drongur. Vantandi orðfeingi á føroyskum kann vera ein avleiðing av vantandi lesing, og tí børnini í so lítlan mun møta føroyskum orðum. Tey møta teimum ensku orðunum oftari og í fleiri samanhangum á talgildu miðlunum, og tí stendur tað enska málið fremri í huganum og minninum hjá nógvum børnum enn tað føroyska. Ensku orðini eta seg inn í føroyska málið; enskt verður ikki eitt mál, sum tey fáa afturat, men gerst partur av neyðuga orðfeinginum, fyri at børnini yvirhøvur megna at bera tað fram, sum tey vilja siga.

Ymiskleiki

Lesikanningin avdúkar, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu lærarar og skúlar raðfesta og virðismeta týdningin av at lesa. Vit hava heilar skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa, at tað er stuttligt og læruríkt at lesa, og har nógv verður lisið. Um somu tíð hava vit heilar flokkar, sum siga tað øvuta, at tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og har einki verður lisið. Talan er ikki um nakrar fáar flokkar, men nógvar, har mestsum allir næmingarnir hava neiligan hugburð til tað at lesa og tí einki lesa. Við øðrum orðum eru tey, sum ikki orka fyri at lesa, savnað ávís støð ella í ávísum flokkum og skúlum.
Hvørji viðurskifti gera seg galdandi í flokkunum, ið ikki orka fyri at lesa, samanborið við í flokkunum, sum dámar sera væl at lesa, avdúkar kanningin tó ikki. Flokkarnir, ið hava neiligan hugburð til tað at lesa, gera, at tølini samlað verða so lág. Vit eiga at kanna nærri, hvat tað er, sum ger, at tað eru heilir flokkar av næmingum, ið hava slíkan hugburð; vit kunnu hóskandi spyrja, hvat verður gjørt á staðnum at stimbra lesihugin, hvussu nógv verður gjørt við at vísa á týdningin av at lesa, og hvussu tað verður virðismett, at tað verður lisið. Tað er í grundini undranarvert, tá ið hugsað verður um, at flestu lærarar í Føroyum koma av sama lærustovni, at teir hava somu námsætlanir at halda seg til, sama undirvísingartilfar, somu karmar, og at samfelagið, hóast tað er í broyting, er rættiliga einsháttað, tá ið hugsað verður um fólkasamanseting. Orsøkin má liggja í, at tað er ymisk mentan, ið ger seg galdandi í flokkum, skúlum ella á ávísum støðum. Vit koma ikki uttanum, at tað er ein vandaleið at halda uppi eina mentan, har tað er ráðandi, at tað ikki hevur so stóran týdning at duga at lesa; ættarliðini, ið vaksa upp í slíkum umhvørvi, verða svikin, tí tey hava verri fortreytir enn javnaldrarnir aðrastaðni at klára seg væl seinni í skúlaskipanini og í lívinum.

Tilvit um týdningin

Tilvitið og hugburðurin um týdningin, lærarin hevur á menningina hjá næmingum, hava ógvuliga nógv at siga. Samanhangurin millum at lesa og at duga at málbera seg neyvt og gjølla og skriva abstraktan tekst má gerast týðiligari í læraraútbúgvingini. Tað hevur ógvuliga stóran týdning, at skúlin allan vegin í skúlaskipanini ger næmingarnar varugar við týdningin, sum lesing hevur fyri orðfeingi, málførleika og skriviførleika. Tað er í bókum, tú finnur eitt kompleksari mál á skrift, tí í bókum er málið umhugsað. Fyri at kunna vísa næminginum á henda týdningin, er tað ein fortreyt, at lærarin er eldhugaður, at hann onkursvegna vísir vegin og er ein fyrimynd. At hann veit um bøkur og tilfar, sum kunnu fanga næmingin, og at hann megnar at finna eina bók til næmingin, sum hóskar til hansara. Tað treytar sjálvandi, at lærarin fylgir við í, hvørjar bøkur koma út og kunnar seg um tær.
Lærarin kann lesa burtur úr hesi kanningini av lesivanunum hjá føroyskum børnum í dagsins samfelag, at tað er ikki til fánýtis at varpa ljós á týdningin at lesa, tí børnini vísa á, at tað er lærarin saman við foreldrunum, sum er orsøkin til, at tey lesa, lærarin meiri enn foreldrini. Lærarin má gera sær greitt, at hann hevur møguleika at venda gongdini hjá nógvum børnum. Hann hevur saman við foreldrunum sera stóra ávirkan á, um næmingurin mennir seg í lesing og fær góðar málførleikar.
Men hvussu við teimum, sum ikki hava lisið frá barnsbeini? Mangan er tað ikki, fyrr enn vit eru um at fara út av eggini, at vit skilja, hvønn týdning tað, sum vit gera ella ikki gera, hevur. Um so er, at tey, sum skulu bera vitanina og mentanina víðari til okkara næmingar, ikki hava tann førningin, at tey hava lisið og eru góðir lesarar, kunnu vit hugsa, at tey ikki stuðla næmingunum í lesing í tann mun, tey áttu. Tað snýr seg um at geva barninum framtíðarmøguleikar. Tað, sum hesi kunnu gera, er at síggja seg um kveikjarar og berarar av mentan og vitan. Tí mugu lærarar gerast tilvitaðir um tann stóra týdning, teir hava.

Avleiðingar

Tað er ikki nýtt, at tey, ið lesa, gerast færri í tali; talið á teimum í 9. flokki, ið ikki lesa, kundi bent á, at hetta er ein gongd, ið er byrjað fyri eini tíð síðan. Flyta vit myndina yvir í miðnám, har tey allarflestu ungu fara, so hoyra vit nógvar lærarar har siga, at tey ungu nú á døgum einki lesa, og at soleiðis hevur verið leingi. Tey, ið gevast í miðnámi, eru rættiliga nógv í tali, meiri enn tvífalt so nógv, sum fráfallið er í Danmark. Flyta vit hetta yvir á hægri lærustovnar, so síggja vit eisini, at fráfallið er nógvar ferðir størri í Føroyum samanborið við í Danmark. Kann ein orsøk til stóra fráfallið í miðnámi og á hægri lærustovnum vera vantandi lesivanar? Ja, tað er væl hugsandi, tí alt er ein ringrás. Hetta er tí ein stórur samfelagstrupulleiki. Avleiðingin av, at so stórur partur av børnunum ikki lesur støðugt, kann vera, at hesi fáa nógv størri avbjóðingar at klára seg væl í skúlanum og seinni í lívinum. Hetta er ein skrúvustrika, sum bara heldur á, um einki munagott verður gjørt.

1600 næmingar hava tikið lut í kanningini; tað er um 75 prosent av næmingunum í 4., 6. og 9. flokki. Tveir triðingar ella 65,6 prosent av øllum børnunum í øllum trimum árgangunum lesa sjáldan ella ongantíð.

SITAT.
“Hjá alt ov mongum børnum í okkara skúlaverki verður lesiførleikin ikki nóg góður, tá ið vit kunnu staðfesta, at tey lesa ov lítið.”

Les meira úr kanningi her