Stórfingin bókagáva frá Banknordik

 skjalasavn Tíðindi

Beint fyri jól lat BankNordik føroyskum børnum stórfingna bókagávu, tá ið tey lótu øllum skúlabørnum, frá forskúla til framhaldsdeild, hvør sína bók.

Hetta var liður í stuðlinum til átakið Føroyar lesa, sum byrjaði seinasta heyst. Við jólagávuni høvdu øll skúlabørn í Føroyum minst eina góða bók at lesa á jólum. Tað er at fegnast um, at BankNordik gevur øllum skúlabørnum tilfar at lesa, tí lesing er ein týðandi partur av málmenningini og lesing ríkar um orðfeingi.

Rakstrarstjórin í BankNordik, Turið Finnbogadóttir Arge, segði soleiðis um hví bankin tók stig til stuðulin til Føroyar lesa átakið:

Átakið Føroyar lesa samsvarar væl við virðisgrundarlagið hjá BankNordik, ið millum annað leggur dent á læring. Tí gleðast við um at vera við til at skapa karmar fyri góðum lesivanum hjá børnum og ungum í Føroyum.

Í lesivanakanningini, sum var gjørd 2017/18 var staðfest, at tey, sum eiga nógvar bøkur við hús, lesa meira enn tey, ið eiga fáar. Við gávuni frá BankNordik hava øll føroysk børn fingið enn betri fortreytir at lesa góðar bøkur.

Bókagávan er eisini gyltur møguleiki at stimbra lesingini í skúlanum, tí allir næmingar í hvørjari skúlastovu í landinum fara at eiga eitt eintak av somu bók. Hetta gevur hvørjum flokki møguleika at kava niður í bøkurnar saman og fara á rannsóknarferð í mongu spennandi heimunum, ið bøkurnar rúma.

Føroyar lesa er eitt alment átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Les meiri á føroyarlesa.fo