Starvsfólk á dagstovnum ávirka orðfeingi

 skjalasavn Tíðindi

Nýggj gransking vísir, at samband er millum málið, sum starvsfólkini í dagstovnunum tosa, og hvussu stórt orðfeingi børnini, sum ganga har, hava, tá ið tey verða 5 ár. Joakim Evensen Hansen, granskari á Lesisentrinum í Stavanger, hevur kannað málmenningina hjá 1100 børnum í 206 barnagørðum í Noregi.

Hann hevur kannað, hvussu orðfeingið hjá børnunum mennist, frá børnini eru trý, til tey eru fimm, eitt nú við eygleiðingum og samrøðum. Í niðurstøðuni á kanningini sigur Joakim Evensen Hansen, at starvsfólkini á stovnum, sum raðfesta málmenning høgt, eru tilvitað um, hvønn leiklut tey hava at stuðla børnunum í málmenningini; tey vísa á, at tað er umráðandi, at tey hava vitan um málið hjá børnum og málmenning; tey lýsa ymiskar mátar at arbeiða við málinum uppá, eitt nú eru tey tilvitað um orðfeingi og at menna hugtøk; tey leggja upp til víðkaðar samrøður, og tey siga søgur. Um somu tíð leggja tey dent á, at tað er barnið, sum tekur stig til prátið, og at tað eru áhugamálini hjá børnunum, sum eru í miðdeplinum, tá ið tey leggja ætlanir um, hvat skal vera á skránni og annars samrøður í gerandisdegnum. Starvsfólkini taka virkið lut í samrøðunum við børnini, tey brúka eitt ríkt mál og ítøkilig orð, í staðin fyri ”tað” ella ”hatta”.

– Eru tey túr úti, snýr tað seg um at tosa um tað, tey síggja og uppliva har og tá, og aftur, tá ið tey eru aftur á stovninum. Gott arbeiði við málinum snýr seg eisini um at lata upp fyri at undrast, at hugsa hart saman og skapa samrøður, í staðin fyri at seta stuttar spurningar, sum krevja einføld svar.

Kelda: Forskning.no