Stórur munur á dygdini í barnagørðum

 skjalasavn Tíðindi

Tað kunnu vera upp til fimm mánaðir á muni í menningini hjá barninum, alt eftir hvørjum barnagarði barnið gongur í. Hetta vísir ein nýggj kanning í Noregi.

Granskararnir eru komnir eftir, at ein møgulig frágreiðing um stóra munin, kann vera talið á teimum vaksnu, sum eru um børnini, ella við øðrum orðum normeringin á einstaka stovninum.

Tað eru granskarar á Universitetinum í Stavanger, sum hava gjørt kanningina. Í henni hava tey kannað 627 fimm ára gomul børn í 67 barnagørðum í Agder í Noregi. Tey hava kannað málsligu førleikarnar, hvussu væl fyri tey eru í støddfrøði og hvussu egintamarhaldið (selvregulering) er. Onnur gransking hevur víst, at júst hesi trý hava ávirkan á, hvussu børnini seinni klára seg í skúlanum, bæði fakliga og sosialt.

Úrslitini vísa signifikantan mun á hvussu væl børnini í teimum ymsu barnagørðunum klára seg. “Eisini um vit taka hædd fyri útbúgvingini hjá foreldrunum, inntøku og um tey eru tilflytarar. Munirnir er rættiliga stórir,” sigur Ingunn Størksen, sum er professari á Universitetinum í Stavanger og sum er ein av granskarunum, ið hevur gjørt kanningina.

Tá ið granskararnir bóru úrslitini fyri 10 % av teimum bestu barnagørðunum saman við teimum 10%i hinum endanum, vísti tað, at í miðal vóru tey børnini, sum gingu í teimum 10% bestu barnagørðunum, 5 mánaðir frammanfyri hini børnini, tá ið umræður læring.

Góð normering kann vera ein frágreiðing

Ingunn Størksen professari, sigur, at tey vita ov lítið um einstøku barnagarðarnar til, at tey við vissu kunnu siga nakað um hví munirnir eru so stórir.

“Men onnur gransking hevur víst, at námsfrøðiligt virksemi og tað at skikkað vaksin eru til staðar, hava stóran týdning fyri menningina hjá børnum, tá ið umræður málsligan førleika, støddfrøði og hvussu tey bera seg at.”

Úrslitini vísa samband millum hvussu nógv vaksin eru og hvussu væl børnini kláraðu seg. “So tað kann vera at talið á teimum vaksnu kann greiða frá einum stórum parti av muninum,” sigur Størksen professari. Men hon leggur dent á, at sambandið bara er ein partur av frágreiðingini og at tað kunnu vera aðrar frágreiðingar.

Henrik Daae Zachrisson, professari á Universitetinum í Oslo hevur ikki verið partur av kanningini, sum hann heldur vera sera áhugaverda, tí hon setur orð á, at tað helst er munur á dygdini í teimum ymsu barnagørðunum, og tað er sera óheppið heldur hann. Hann vísir á, at onnur gransking er í tráð við hesa, men har hava tey ikki kunnað víst á beinleiðis samband millum normering og hvussu væl børnini klárað seg, men tað vísir hendan kanningin.

Men hann vísir á, sum kanningin eisini ger, at tað kann vera trupult at skilja ímillum um tað er lutfallið millum talið á børnum og talið á vaksnum, sum er avgerandi fyri úrslitini, ella at eitt stórt tal av starvsfólkum, bara er tekin um at barnagarðurin er ein góður barnagarður. Hann vísir eisini á, at tað ber ikki til við hesi kanningini at staðfesta, at tú bara við at seta fleiri fólk í barnagarðarnar fæst betri úrslit.

Ikki ov skúlalig kanning

Summi finnast at kanningini, tí tað sum børnini eru kannað í, er so skúlaligt. Hetta vísir Zachrisson professari aftur. “Tað sum tey hava kannað er øgiliga langt frá at vera vanligar skúlaroyndir í máli og støddfrøði. Tað, sum tey hava kannað, eru ein rúgva av ymsum kognitivum førleikum, sum siga okkum nakað um hvussu barnið er fyri her og nú og sum kann siga nakað um hvussu barnið fer at klára seg seinni í skúlanum.”

Hann leggur dent á, at tað snýr seg um at kanna førleikar, sum tú kann gera nakað við og sum kunnu hjálpa barninum fram á leið í skúlanum. Hann ger eisini vart við, at tað ikki er vist, at meiri skúlaligt virksemi í barnagørðunum fer at hjálpa uppá júst hesar nevndu førleikarnar. Kanningin sigur einki um tað, sigur Zachrisson professari.

Keldur:
Utdanningsnytt.no

Variation in center quality in a universal publicly subsidized and regulated childcare system