Málsliga umhvørvið stóra ávirkan á orðfeingið
Málsliga umhvørvið hjá børnunum upp til trý ára aldur hevur stóran týdning fyri orðfeingi hjá børnunum, tá ið tey eru fimm ára gomul. Hetta vísir ein nýggj norsk kanning.
Kanningin hjá norska granskaranum Joakim Evensen Hansen vísir, at dygdin í málsliga umhvørvinum, sum børnini ferðast í, til tey eru trý ára gomul, hevur ávirkan á orðfeingi hjá børnunum, tá ið tey eru fimm ára gomul.
Kanningin vísir á týdningin av góðum stovnum
Orðfeingi ella hvussu nógv orð barnið dugur, hevur ávirkan á hvussu og um barnið fær verið partur av spæli og øðrum tiltøkum í barnagarðinum. Gott og ríkt orðfeingið er støði undir læring og lesing og hevur tí ávirkan á hvussu vit klára okkum í skúlanum og ávirkan á útbúgving sum heild seinni í lívinum
– Nú tá ið vit hava staðfest týðiliga sambandið millum málsligt umhvørvið hjá teimum yngstu og hvussu orðfeingi mennist, vísir tað, hvussu ógvuliga umráðandi arbeiðið á vøggustovum og øðrum ansingartilboðum er, og hvussu stóra ávirkan tað hevur á málsligu menningina hjá børnunum, sigur Joakim Evensen Hansen.
Kanningin fevndi um fleiri enn 1100 børn á 206 barnagørðum í øllum Noregi. Hann hevur kannað hvussu orðfeingi broyttist hjá børnunum millum trý ára aldur og til tey vóru fimm ár. Hesi úrslitini setti hann saman við dygdini á málsliga umhvørvinum hjá teimum yngstu. Serliga var hugt eftir hvussu starvsfólkini stimbraðu málsligu fatanina og nýtsluna av málinum.
Gott málsligt umhvørvið krevur tilvit
At kanna hvat eyðkendi stovnarnar, sum høvdu serliga gott málsligt umhvørvið, kannaði Joakim fýra stovnar, sum kláraðu seg nógv betri enn hini.
– Starvsfólkini á teimum stovnunum eru serliga tilvitað um hvønn leiklut tey hava, tá ið umræður at stimbra málsligu menningina. Alt bendir á, at tey eisini hava hollan kunnleika um mál og málmenning. Tey greiða frá hvussu tey miðvíst arbeiða við ætlanum um at menna orðfeingi og hvussu tey arbeiða við hugtøkum, tá ið tey eitt nú tosa við børnini ella lesa við teimum. Samstundis leggja tey dent á, at tað er áhugin hjá barninum, sum skal vera í miðdeplinum, bæði tá ið umræður verkætlanir, sum vera tiknar uppá stovninum ella stovuni, men eisini í gerandisdegnum, tá ið starvsfólkini tosa við børnini, greiðir Joakim frá.
Ríkt mál og samrøður
Ein av niðurstøðunum hjá granskaranum er, at í teimum stovnunum, har tey hava serliga gott málsligt umhvørvið, so brúka starvsfólkini ríkt mál, tey tosa oftani við børnini og eru partur av samrøðunum. Harafturat brúka tey ítøkilig orð um ymsu lutirnar, heldur enn brúka óítøkilug orð sum ‘tað’, ‘hitt’ og onnur líknandi orð.
Kelda: Universitetet í Stavanger.