Málsligu førleikarnir stimbrast av góðari lesimentan
“Veks við orðunum og kom inn í ein nýggjan heim” hetta er loysunarorðið í eini herferð, sum týska Büchereizentrale Schleswig-Holstein skipar fyri. Endamálið við herðferðini er at menna málsligu førleikarnar hjá børnunum.
“Tað er hevur týdning, at børn heilt frá tí, at tey eru um eitt ára aldur hava samband við bøkur. Eisini tað, at tey sita og bíta í eina bók og kanska blaða eitt sindur. Royndirnar, sum børnini taka við sær og tryggleikin í heiminum er slíkt, sum teyt taka við sær, tá ið tey fara út í verðina,” sigur Ulla Flye Andresen, sum er serfrøðingur í máltøku.
Tá ið heimini ikki vísa børnunum bøkur, so hava bókasøvn og barnagarðar ein ógvuliga týðandi leiklut. Ein kanning, sum Danmarks Biblioteksforening gjørdi, vísti, at 69 procent av teimum, sum fáa eina hægri útbúgving enn foreldrini, tey sum vit eisini rópa mynsturbrótarar, siga, at bókasøvnini hava góða ávirkan á lesivanarnar hjá teimum.
Royndirnar siga eisini, at áheitanin á foreldur um at lesa 20 minuttir fyri børnunum ger mun. Umframt hugnan, sum barn og foreldur hava, so vísir tað eisini, at hetta ger, at børnini hava hug at lesa seinni í lívinum, sigur Anni Søndergaard, sum er leiðari á Dansk Centralbibliotek for Sydslesvig.
Kelda: Danmarks Biblioteksforening