Bestu ráðini eru at geva børnum so nógv íkast á føroyskum sum til ber

 skjalasavn Tíðindi
Tekstur: Turið Kjølbro

Tað verður sungið og lisið nógv á dagstovnum í Føroyum, og málmenning er frammarlaga í huganum á teimum, sum eru um børnini hvønn dag; tað sigur Eyð Steinbjørnsdóttir, sum í sambandi við MA-ritgerð sína á Føroyamálsdeildini hevur kannað, hvussu enskt ávirkar málið hjá børnum í 2-4 ára aldri. Undir arbeiðinum at skriva ritgerðina vitjaði hon tríggjar dagstovnar í Havn, har hon gjørdi eygleiðingar millum børn og starvsfólk og upptøkur av børnum; harumframt svaraðu 23 námsfrøðingar og 33 foreldur spurnabløðum um málmenning, og samrøður vórður gjørdar við tríggjar námsfrøðingar einsæris.

– Námsfrøðingar eru sum heild tilvitaðir um týdningin av málmenning; í gerandisdegnum á stovnunum raðfesta teir høgt at syngja og lesa, at brúka rím og ramsur. At námsfrøðingar vita, at hetta ríkar um orðfeingið, síggi eg, tá ið eg spyrji teir um týdningin at syngja, at ramsa og lesa fyri børnum; teir vita, at tað er umráðandi, at málið, mentanin og samleikin hjá okkum verður raðfest í dagstovnum, og teir kenna týdningin av ljóðskipanarlæru, at tað hevur týdning at seta orð á myndir og lutir og at gera hetta ofta. Tað, tey syngja og lesa, er í størstan mun á føroyskum, sigur Eyð Steinbjørnsdóttir.

Í spurningum sínum til námsfrøðingarnar hevur Eyð Steinbjørnsdóttir roynt at fingið fram, hvønn hugburð teir hava til málmenning sum heild; hvussu nógv sangur og upplestur fyllir í gerandisdegnum á stovnunum, eru teir ikki spurdir um; varhugi hennara er tó, at tað fyllir nógv, og at flestu stovnar hava skipaðar løtur, har tey lesa fyri børnunum.

Úti gott, heima best

Hópin av tiltøkum av alskyns slagi ætlað børnum eru á skránni mestsum árið runt, ikki minst í Havn. Nógvir stovnar fara við børnunum til ymisk tiltøk, so sum barnafestival; tað sýnist tó, at stovnar ikki raðfesta í sama mun mentanartiltøk í breiðari høpi, so sum at ganga túr í náttúruni og nærumhvørvinum, fjøruni og aðrastaðni. Spurnabløðini, ið foreldur hava svarað í somu kanning, vísa eisini, at slíkir túrar heldur ikki fáa høga raðfesting millum foreldur. Eyð Steinbjørnsdóttir heldur, at tað helst er tíðin, ið er forðingin.

– Tað krevur tíð at fara til tiltøk, men eg undrist kortini, at hetta fær so lága raðfesting, sum tað eftir øllum at døma fær. Helst er tað avmarkaða tíðin, ið ger, at námsfrøðingar ikki fara so ofta túr, sum eg hevði ímyndað mær, at teir fóru; tað er spell, tí tú lærir so nógv av at vera í náttúruni. Eisini er tað í andsøgn við, at teir siga seg raðfesta føroyska mentan og samleika. Tað er eisini spell út frá tí, at foreldur heldur ikki sýnast at hava so góða tíð til slíkt; hetta at tey vaksnu geva børnum orð og hugtøk á slíkum túrum og sum heild hava børn við í ymsum arbeiði er við at fara fyri skeytið.

Flest børn nú á døgum eru á stovni fittan part av degnum, meðan foreldrini eru til arbeiðis; tað er eingin gransking, ið vísir, at tað neyðturviliga ikki er gott fyri málmenningina, vísir Eyð Steinbjørnsdóttir á.
– Tað, sum hinvegin kann hava nógv at siga, er dygdin á tí, sum fer fram á stovninum. Vit vita, at stovnar eru ymiskir, at dygdin á tí, sum stovnarnir hava at bjóða, er ymisk, og vit vita eisini, at stovnar raðfesta ymiskt. Eru ov fáir námsfrøðingar fyri hvørt barnið, so gongur tað út yvir samskiftið millum barnið og tann vaksna, tí tað rætt og slætt er ov lítil tíð.

Málið smittar

Á nógvum stovnum eru børn, hvørs móðurmál ikki er føroyskt. Í samrøðunum, sum Eyð Steinbjørnsdóttir hevur gjørt við námsfrøðingar, kemur fram, at er eitt barn á stovuni, sum tosar annað mál enn føroyskt, so ávirkar tað lættliga málið hjá hinum børnunum.

– Er bara eitt barn við øðrum móðurmáli enn føroyskt, er tað nóg mikið at ávirka málið hjá børnunum á stovuni; tosar eitt barn av fleiri enskt, so fara fleiri børn at tosa enskt. Í sjálvum sær er tað á ongan hátt neiligt, at tað eru tvímælt ella fleirmælt børn á einum stovni; tað krevur bara, at námsfrøðingarnir eru tilvitaðir um, hvørja ávirkan tað kann hava á málið hjá hinum, og at teir onkursvegna byrgja upp fyri, at málið, sum børnini tosa sínámillum, verður ov nógv ávirkað, og so annars leggja seg eftir at geva øllum børnunum nógv íkast á føroyskum. Á stovum, har tað eru børn, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, er tað uppaftur meiri týdningarmikið at raðfesta at lesa, syngja og geva hópin av íkastum á føroyskum. Meiri og títtari íkast tey fáa á føroyskum, størri eru sannlíkindini fyri, at ávirkanin av øðrum málum verður minni. Børn, sum er væl fyri málsliga, verða ikki líka lættliga ávirkað og tikin á fótum málsliga, um tey hoyra onnur mál. Tað vísa kanningarnar, sum eg havi gjørt á stovnum.

Børn eru ymiskt fyri málsliga, summi hava ríkt orðfeingi og eru skjót at tosa, onnur hava lítið orðfeingi og eru sein at tosa. Námsfrøðingarnir, Eyð Steinbjørnsdóttir hevur tosað við, siga, at teir hoyra væl á málinum hjá børnunum, um tað verður tosað nógv við tey heima, og um tey sita nógv á talgildu miðlunum heima.

– Børn, sum hava ríkt orðfeingi heimanífrá, hava nógv íkast til hini børnini, tí prátið barnanna millum ávirkar málið hjá børnum; ávirkanin er størst, har børnini frammanundan hava fátæksligt orðfeingi. Talgildu miðlarnir fylla lítið í landslagnum á stovnunum; tá ið børnini sleppa at síggja eitthvørt í sjónvarpi, á teldu ella teldli, so velja námsfrøðingarnir føroyskt tilfar. Tað er ikki nógv tilfar, sum er á føroyskum, men tað, sum er, raðfesta tey. Enskt tilfar er tó tað, sum nógv børn kenna best. Allir námsfrøðingarnir siga, at børnini sleppa at síggja talgilt tilfar á stovninum í mesta lagi nakrar fáar ferðir um árið.

Tað er serliga í prátinum hjá børnum í barnagarðsaldri, at námsfrøðingar hoyra tey brúka ensk orð. Teir eru onga løtu í iva um, at ein broyting er farin fram síðstu árini. Ikki minni enn 87 prosent av námsfrøðingunum, Eyð Steinbjørnsdóttir hevur verið í sambandi við, hoyra børnini nýta donsk og ensk orð, tá ið tey spæla.

– At tað eru fleiri ensk orð at hoyra í málinum hjá barnagarðsbørnum enn vøggustovubørnum, er sjálvsagt tí, at vøggustovubørn ikki hava eins nógv orð og hugtøk tøk, sum barnagarðsbørn. Vøggustovubørn nýta bara enskt og ikki danskt, tá ið tey nýta útlendsk íkast. Tí er líkt til, at nógvu ensku íkastini tey fáa í vøggustovualdri, gerast produktiv seinni.

Sambært foreldrunum avmarka tey tíðina, sum børnini sleppa at sita við teldlunum, men tað er okkurt, sum bendir á, at børn sita nógv við teldli, tá ið vit hugsa um, hvussu nógv málið er ávirkað. Í málinum hjá barnagarðsbørnum hoyrist enn eitt sløð av donskum orðum, men mest ensk ávirkan, meðan tað hjá vøggustovbørnum er bara ensk ávirkan. Tað bendir á eina broyting frá danskari til enska ávirkan, og at enska ávirkanin er vaksandi. Tað er neyvan nakar, sum ímyndar sær, at tað ber til at steðga hesi gongdini púrasta, men vit kunnu gera nógv fyri at tálma gongdini. Við øktum tilviti kunnu vit geva børnum hópin av føroyskum íkastum, soleiðis at enska ávirkanin verður tálmað og ikki trokar okkara egna mál til viks.

Leiðreglur

Eyð Steinbjørnsdóttir er onga løtu í iva um, at námsfrøðingarnir á dagstovnunum gera sítt ítasta, tá ið talan er um málmenning og at integrera børn, sum eru tví- ella fleirmælt. Tó heldur hon, at tørvur er á yvirskipaðum leiðreglum, bæði tá ið talan er um málmenning og integrering av børnum, hvørs móðurmál er annað enn føroyskt.

– Tá ið avbjóðingar eru, eitt nú tá ið námsfrøðingar varnast, at eitt barn er illa fyri málsliga, ella tá ið ávirkanin av útlendskum máli er so stór, at tað ávirkar málið hjá øllum børnum, so kann tað vera ringt at vita, hvat er best at gera. Út frá tí, sum námsfrøðingarnir siga, so eru flestu børnini sum heild væl fyri málsliga, hóast teir um somu tíð staðfesta, at enskt trokar seg inn á føroyskt, og at nógv foreldur nú á døgum sýnast ikki at hava somu tíð at tosa við børnini sum fyri nøkrum árum síðan. Tá ið teir gerast varugir við eitt barn, sum ikki er væl fyri málsliga, so siga tey tað við foreldrini, men tað tykist ikki, sum tey hava eina mannagongd ella leiðreglur at ganga eftir. Leiðreglur um, hvussu málmenning sum heild eigur at verða raðfest, og hvussu tú integrerar børn, sum eru tví- ella fleirmælt, høvdu havt við sær eitt størri tilvit, helst eina hægri raðfesting og ivaleyst nakrar mannagongdir, sum høvdu verið øllum børnunum til gagns, ikki minst nú vit vita, at talið á børnum, sum eru tvímælt og fleirmælt, veksur so nógv. Tá ið vit vita, at málið hjá okkum er undir trýsti, samstundis sum vit vita, at nógv børn sita nógv framman fyri ein skíggja, so er tað umráðandi at fáa nakrar leiðreglur, eins og vit hava leiðreglur um so nógv annað, sum vit halda er umráðandi, at børnini verða stimbrað í. At námsfrøðingar eru tilvitaðir um týdningin av málmenning er ógvuliga gott; avbjóðingin er at umseta tilvitið til at arbeiða málrættað við málmenningini í øllum lutum í gerandisdegnum.

TRAS er eygleiðingaramboð at meta um málsligu menningina hjá børnum yngri enn skúlaaldur; tað verður brúkt í dagstovnum, men tað er upp til dagstovnin at gera av, hvørt tey brúka hetta amboðið ella ikki. Eyð Steinbjørnsdóttir heldur, at tað átti at verið eitt krav, at TRAS verður brúkt.

– TRAS er eitt eygleiðingaramboð, sum gagnar barninum, tí tá ið tú varnast, at einum barni tørvar hjálp, soleiðis at tað kann mennast málsliga, so hevur tú skyldu at gera títt til, at tað fær ta hjálpina, tí tørvar.

Minni tilvit millum foreldur

Námsfrøðingarnir, ið hava svarað spurnabløðunum í kanningini hjá Eyð Steinbjørnsdóttur, eru sum heild meiri tilvitaðir um týdningin av málmenning enn foreldrini, ið hava hava svarað spurnabløðum, sýnast at vera. Foreldrini fingu 11 spurningar at svara; spurningarnir snúðu seg um nýtsluna av talgildum miðlum, lesivanar, nýtsluna av mentanar- og nærumhvørvisupplivingum og títtleika av hesum, umframt hugburð teirra til føroyskt og útlenskt tilfar.

– Námsfrøðingarnir raðfesta upprunaføroyskt tilfar hægri enn foreldur gera. Onkursvegna kemur tað óvart á meg, at foreldur ikki lesa so nógv við børnum, sum spurnabløðini benda á; helvtin av foreldrum lesa hvønn dag fyri børnum sínum; tá ið vit vita, at tað at lesa fyri børnum sínum, har prátað verður um orð og hugtøk, er nakað av tí, ið er mest stimbrandi fyri málmenningina, er hetta als ikki nøktandi; hinvegin so vísir kanningin av lesivanum hjá skúlabørnum, at tað verður lisið lítið heima. Vit kunnu ímynda okkum, at børn í heimum, har tað verður lisið lítið, meðan børnini eru smá, koma í bólkin av børnum, sum lesa lítið skúlaárini. Meiri enn helvtin av foreldrunum siga, at børnini nýta talgildar miðlar hvønn dag ella fleiri ferðir um vikuna, og tað mesta er á enskum.

Eyð Steinbjørnsdóttir sigur í ritgerð síni, at úrslitini frá spurnabløðunum til námsfrøðingarnar og úrslitini frá samrøðunum við útvaldu námsfrøðingarnar peika ikki sama veg, sum svarini frá foreldrunum. Eygleiðingar av málinum hjá børnunum samsvara við øðrum orðum betur við tað, sum námsfrøðingarnir vísa á, enn tað, sum foreldrini siga.

– Frágreiðingarnar frá námsfrøðingunum eru týdningarmikil vitan at hava afturat hinum kanningunum. Hóast námsfrøðingarnir ikki kenna børnini eins væl og foreldrini, so gevur teirra fakligi førleiki at lýsa málsligu støðuna hjá børnunum uttanveltað eitt munagott íkast til kanningarnar, serliga í sambandi við útlendsku íkastini, men eisini í sambandi við hugburð heima og á dagstovninum til lesing, nýtslu av talgildum tilfari, vantandi samskifti og raðfesting av móðurmálinum hesum viðvíkjandi. Alt bendir á, at uppáhaldini um, at føroysk børn duga færri føroysk hugtøk í dag enn fyrr eru sonn, tí námsfrøðingar vátta hetta í samrøðunum, og meta stundirnar vera ov lítlar í gerandisdegnum til prát millum vaksin og børn. Bestu ráðini eru at geva børnum so nógv íkast á føroyskum sum til ber, og tað er bæði at lesa, syngja, rím og ramsur umframt at seta orð á alt í gerandisdegnum, heima og úti í náttúruni. Um somu tíð er eisini umráðandi at tálma teldlanýtsluni, soleiðis at ávirkanin úr øðrum málum ikki verður so stór, at hon trokar okkara mál til viks, umframt at vit áhaldandi økja um framleiðsluna av føroyskum tilfari, bæði talgiltum og tekstligum á øllum pallum.

Ritgerðin, sum Eyð Steinbjørnsdóttir hevur skrivað, eitur Lítla mín, hvat sigur tú? Purple, flower, blóma, blue. Ein kanning av málinum hjá tvey-fýra ára gomlum føroyskum børnum – við serligum atliti at útlendskum orðum/íkasti; Føroyamálsdeildin 2018.