Telduspøl læra teg enskt

 skjalasavn Tíðindi

– Tíðin, sum brúkt verður at spæla, hevur meiri at siga enn hvørji spøl vera spæld. Og niðurstøðan má tí vera: at brúkar tú nógva tíð til okkurt, so dugur tú tað betri. Soleiðis sigur Pia Sundquist, um eina av niðurstøðunum í eini kanning av 1000 svenskum børnum í 9. flokki.

Næmingarnir skuldu millum annað gera tvær royndir, har tey skuldu týða orð úr enskum, og so svaraðu tey eisini spurningum, um hvussu nógv tey brúktu enskt eftir skúlatíð og um tey spældu telduspøl.

Duga betri torfør orð

Kanningin vísir, at tey sum spældu oftani telduspøl, høvdu størri orðfeingi á enskum og skiltu eisini betri tey torføru orðini enn javnaldrarnir, sum ikki spældu telduspøl.

Harafturat vísti kanningin, at jú torførari orðini vóru, størri var fyrimunurin hjá teimum, sum spældu telduspøl. Orðfeingi var størri enn bara tey orðini, sum hoyrdu til teldur og telduspølini.

– Nógv halda at geymarar bara læra seg serlig orð, ið eru knýtt at spølunum, men soleiðis er veruleikin ikki. Tey læra seg meiri og minni vanlig orð og sum heild duga tey betri, tá ið tað kemur til tað at skilja orð og hava betri orðfeingi, sigur Pia Sundquist.

Røðir og filmar

Ein partur av kanningini var ein minnið kanning av skrivligum uppgávum hjá næmingunum um hvussu nógv torskild og torgreidd orð tey brúktu. Eisini í tí kanningini kláraðu telduspælandi næmingarnir seg betri.

Men summi, sum ikki spældu telduspøl, kláraðu seg eisini væl. Tey søgdu hinvegin øll, at tey brúktu nógv enskt í frítíðini, tí tey hugdu oftani eftir sjónvarpsrøðum og filmum og brúktu ofta enskt á sosialu miðlunum.

– Bæði tað at spæla telduspøl og tað at hyggja eftir filmum og sjónvarpsrøðum eru ein óformellur háttur at læra enskt uttanfyri skúlatíðina., tú kann kanska siga, at tú fær enskt sum hjáveiðu, heldur Pia Sundqvist, sum hevur staðið fyri kanningini.

Tey ungu hugsa ikki so nógv um, at tey brúka enskt ella at tey læra seg enskt, tey gera tað bara. Uttan nakrar trupulleikar skifta tey millum málini og halda ikki, at tað er løgið.

Men tað at spæla nógv telduspøl og hyggja nógv í skíggjar hevur avgjørt eisini sínar vansar.

– Vit vita tað øll. Eingin heldur, at ungdómurin hjá okkum skal sita tann líðilanga dag og hyggja í ein skíggja ella spæla telduspæl. Tað eru fleiri sum vera bundin at skíggjunum og ikki klára at sleppa honum, tað er sjálvsagt ein stórur trupulleiki, sigur Pia Sundqvist.

– Men fyri kunnleikan um enskt og enska orðfeingi er tað gott.

Kelda: forskning.no