At lesa og syngja saman við børnunum eru stjørnuløtur

 skjalasavn Tíðindi

Dagstovnurin við Velbastaðvegin í Havn hevur nærum hálvt hundrað ár á baki, og siðvenjan at arbeiða málrættað við málmenning er nærum líka drúgv. Søkir tú starv á dagstovninum við Velbastaðvegnum, tryggjar leiðslan sær í setanarsamrøðuni, at tú gongur inn fyri teimum virðum, ið stovnurin metir høgt; eitt av teimum virðunum er málmenning.

Stovnurin er stórur, tey hava 4 vøggustovustovur við til samans 44 børnum og 4 barnagarðsstovur við til samans 78 børnum, har ein stova burturav er til tey seks-sjey ára gomlu, sum skulu í skúla. Starvsfólkini eru 30 í tali. Vit hava sett Monu R. Mohr, sum er leiðari á stovninum, umframt Ingibjørg Heindriksdóttur, varaleiðara, og Súsonnu Eliasen, námsfrøðing, stevnu at tosa um málmenning. Tær hava starvast á stovninum ávikavist 33, 22 og 15 ár.

– Tað er ein týðandi partur í gerandisdegnum at lesa og syngja saman við børnunum; vit lesa  mestsum hvønn dag í ymsu stovunum, vanliga fleiri søgur um dagin. Tað er ógvuliga ofta, at ein bók verður lisin aftur og aftur; tað er gott fyri málmenningina hjá børnunum at hoyra somu søgu og orð at verða endurtikin. Vit syngja sangir, rím og ramsur mestsum hvønn dag, á øllum stovunum. Tað er eitt sindur ymiskt, nær tað verður sungið og lisið, men vit syngja altíð, áðrenn vit eta, tó eisini aðrar tíðir á degnum. Hóast stovnurin er stórur, royna vit í minsta lagi eina ferð um vikuna at finna løtur, har øll børnini á vøggustovustovunum savnast at syngja saman. Børnini á barnagarðsstovunum savnast aðru hvørja viku at syngja saman, og tá kunnu vøggustovubørn eisini vera við. Hesar sangløturnar eru væl skipaðar í felagsrúminum við sangi og gittarundirspæli, sigur Ingibjørg Heindriksdóttir.

Nýtt og gott gamalt

Sangirnir, ið sungnir verða, eru fyri ein stóran part kendir, føroyskir sangir, nógvir eftir H. A. Djurhuus, og børnini læra sangirnar uttanat akkurát sum einki, hóast teir hava fleiri ørindi.

– Løgdu vit allar bøkurnar saman í ein bunka, sum verða lisnar hvønn dag, so hevði tað verið ein stórur bunki, sigur Mona R. Mohr.

– Vit velja tilvitað góðar føroyskar sangir við tí fyri eyga at menna málið hjá børnunum. Í nógvum av sangunum eru orð, sum tíðin er farin frá, ella sum ikki eru so ofta at hoyra longur. Vit taka orð, hugtøk og vendingar fram og tosa um tey; onkuntíð kemur tað óvart á okkum, at tey ikki vita, hvat okkurt merkir, men tey eru ófør at gera vart við tað, tey ikki skilja, sigur Súsanna Eliasen.

Stovnurin er væl útgjørdur við bókum, og bøkur eru alla staðni á øllum stovunum, gamlar sum nýggjar føroyskar bøkur.

– Løgdu vit allar bøkurnar saman í ein bunka, sum verða lisnar hvønn dag, so hevði tað verið ein stórur bunki, sigur Mona R. Mohr.

Løturnar, tá ið lisið verður, kunnu fella ymiskt; tað veldst um, hvat annars er á skránni, hvussu veðrið er og so framvegis. Tó er rættiliga fast, at tað verða lisnar fleiri bøkur um dagin.

– Ofta velja vit eina stutta bók, sum fangar øll. Annars verður eisini lisið í smærri bólkum, meðan vit sita í sofuni við nøkrum børnum við hvørja lið.

Tá ið talan er um skjaldur og rím og ramsur, so hevur hetta ikki átt eins stóran part sum sangur annars.

– Vit royna meiri tilvitað nú at geva hesum rúmd, tí vit vita, at tað hevur týdning fyri málmenningina. Eitt nú hava vit fest myndir úr onkrum ramsum á veggirnar, børnini hyggja at myndunum, og so taka tey sjálv í ramsurnar og siga tær. Onkursvegna liggur tað ikki líka raðið hjá okkum starvsfólkum at brúka rím og ramsur sum sangir; hetta gjørdist okkum greitt, tá ið vit vóru við í arbeiðinum, tá ið TRAS-tilfarið var ment. Av tí sama krevur tað eitt sindur meiri av okkum, men vit royna eftir førimuni.

Málsligar fyrimyndir

Samvera, samrøður og at siga frá er eitt tann týdningarmesta tilfeingið, tá ið talan er um málsligt umhvørvi og málmenning á dagstovni. Eins umráðandi er tað, at starvsfólkini á stovninum vita, at tey eru málsligar fyrimyndir fyri børnini. Á dagstovninum við Velbastaðvegin eru tey tilvitað um, at sama hvat er á skránni, so er týdningarmikið at seta orð á tað, sum verður gjørt og at tosa við børnini.

– Vit hava lagt okkum eftir at skúla starvsfólkini í eitt nú málmenning; vit hava havt fleiri fyrilestrar og skeið á stovninum við fólki, sum greiða frá ymiskum viðvíkjandi máli, málmenning og øðrum. Tað er sera umráðandi, at starvsfólkini eru tilvitað um týdningin av málmenning, at tey eru prátingarsom og saman við børnunum duga at seta orð á alt. Er tað soleiðis, at eg eygleiði, at starvsfólkini eru í so friðarlig saman við børnunum, so minni eg tey á týdningin at tosa við børnini. Vit leggja eisini dent á at hava fundir fyri foreldrunum, har vit umrøða evni, sum hava við mál at gera, sigur Mona R. Mohr.

Í gerandisdegnum í eini vøggustovu ella barnagarði eru nógvar ymiskar samrøður; hetta kunnu vera skipaðar og minni skipaðar samrøður. Løturnar, tá ið børnini lata seg í at fara út í garðin at spæla, ella tá ið tey smæstu verða skift einsæris, eru upplagdar at seta orð á ymiskt.

– Tá ið børnini eitt nú lata seg í, so taka vit uppaftur, hvat tey gera: vinstra bein í skógvin, síðan høgra bein í hin skógvin, troyggjuna niður í buksurnar og so framvegis; tey læra, hvussu alt eitur á henda hátt. Løturnar, tá ið nøkur børn sita um eitt borð og tekna saman við einum námsfrøðingi, eru meiri skipaðar, tí námsfrøðingurin kann leiða samrøðuna, spyrja og seta orð á. Hetta kunnu gerast løtur, har børnini práta nógv og uttan at vita av tí læra eina rúgvu av hvørjum øðrum, sigur Súsanna Eliasen.

Dagurin er mangan rokaligur, og tað er ringt at røkka øllum, tí børnini eru so nógv í tali; tí eru samrøður rundan um eitt borð við fáum børnum ógvuliga góðar. Samrøðurnar andlit til andlits hava stóran týdning, og tí brúka vit tær stuttu løturnar tilvitað, meðan vit skifta teimum ella gera eitthvørt smávegis við teimum, sigur Ingibjørg Heindriksdóttir.

– Besta samrøðan er, tá ið tú situr við einum ella tveimum børnum og lesur og setir orð á ymiskt, sigur Mona R. Mohr.

Hugsavnað børn

Bindindini hjá børnunum at vera við, tá ið tað verður sungið og lisið, eru sum heild góð, halda Ingibjørg Heindriksdóttir og Súsanna Eliasen.

– Børnini eru ymisk, eins og vit vaksnu eru ymisk. Tað er lættari at fáa øll við, tá ið vit syngja, enn tá ið vit lesa. Summi av børninum koma sjáldan av sær sjálvum og biðja okkum lesa; tey verða lættari fangað við sangi. Tað hevur ivaleyst nakað at gera við, hvat tey eru von við heimanífrá; eru tey von at hoyra søgu heima, tíma tey betur at hoyra søgu á stovninum. Vit hoyra væl á málinum á børnunum, um tað verður lisið fyri teimum ella ikki. Børnini, sum eru von við, at tað verður lisið, hava nógv fleiri orð og ríkari mál. Tey eru ógvuliga hugbundin, meðan vit lesa. Vit hoyra eisini á børnunum, um tey sleppa at sita nógv við skíggjum heima; tað er eingin ivi um, at ávirkanin av enskum er stór og bara veksur. Vit hoyra dagliga børn siga ymiskt á enskum, og tað er eingin ivi, hvaðani tað kemur. Vit hoyra mun, um ávirkanin er av skíggjum, ella tá ið annað foreldrið er útlendskt.

Á stovuni við teimum 6-7 ára gomlu, sum fara í skúla, eru 21 børn. Siðvenjan á hesi stovuni er, at tey hvønn dag lesa eina framhaldssøgu, meðan tey sita og eta.

– Tá ið vit seta okkum at lesa, so spyrja vit fyrst, hvat hendi seinast vit lósu. Á henda hátt sleppa børnini við egnum orðum at endursiga søguna og minnast

– Tá ið vit seta okkum at lesa, so spyrja vit fyrst, hvat hendi seinast vit lósu. Á henda hátt sleppa børnini við egnum orðum at endursiga søguna og minnast. Hetta er ein góður liður í at seta orð á. At hava samling er vanligt, og tá sleppa børnini í friði at siga frá ymiskum, sum tey sjálv hava hug til, tað kann vera ein søga ella okkurt, sum tey hava upplivað. Summi duga ógvuliga væl, og tey, sum duga minni væl og eru minni von, leggja seg upp at teimum, sum duga. Í høvuðsheitum læra tey nógv av hvørjum øðrum, tað síggja vit serliga, um tað er onkur, sum tosar eina aðra dialekt ella hevur annað móðurmál enn føroyskt.

Heldur fyrr enn seinni

Tá ið námsfrøðingar varnast, at málið hjá einum barni ikki er ment tað, sum verður mett at vera aldurssvarandi, er fyrsta stigið at tosa við foreldrini. Tað er umráðandi at gera vart við hetta heldur fyrr enn seinni, halda tær tríggjar.

– Tað kann vera, at barnið ikki hevur nóg nógv orð, at tað ikki dugir væl at tosa, og at tað úttalar orðini skeivt. Tá ið málið er illa ment, so kunnu vit eisini ivast í, um barnið skilir, tað vit siga við tað. Vit royna at tosa týðiliga við barnið, at hava týðiliga úttalu og stuttar setningar, men endiliga at tosa nógv við barnið. Vit mæla foreldrunum til at lesa fyri børnunum og tosa nógv við tað. Sum heild hava vit nøkur góð ráð um, hvussu tey kunnu menna málið hjá barninum, til dømis við at taka orðini rætt upp heldur enn at rætta tey ov nógv, og so vísa vit eisini á, hvørjar bøkur tey kunnu lesa saman við teimum. Tað er vanligari, at vit gera vart við, at barnið er illa fyri málsliga, enn at tað eru foreldrini, sum gera okkum varug við hetta. Tá ið vit hava foreldrasamrøður, verður vanliga tosað um, hvussu málið hjá børnunum er. Er talan um talutrupulleikar, melda vit barnið til taluundirvísing í samráð við foreldrini. Hoyri- og talufrøðingur kemur á stovnin fast ein dag um vikuna, hon hevur vanliga 5-10 børn, sum hon, hvør sær, tekur burturfrá eina løta og arbeiðir saman við teimum. Partur av ráðgevingini hjá hoyri- og talufrøðinginum er eisini at tosa við starvsfólkini á stovninum um ymiskt, hon hevur varnast, umframt foreldrini, sum fáa ráð um at venja ymiskt heima.

Heima best

Í MA-ritgerðini, sum Eyð Steinbjørnsdóttir hevur skrivað um útlendska ávirkan á málið hjá 2-4 ára gomlum børnum, kemur fram í samrøðum við námsfrøðingar, at upplivingar, sum at fara út í náttúruna og í fjøruna, verða ikki raðfest so høgt alla staðni.

– Orsøkin til, at vit ikki gera so nógv við at fara út í náttúruna, er, at tíðin er avmarkað, og at tað krevur nógv starvsfólk. Eisini eru vit vælsignað við at hava náttúruna so tætt upp at okkum. Vit ganga ofta túr í nærumhvørvinum, ella í tann mun tað ber til. Av tí at stovnurin hjá okkum er stórur, er tað lættari at fáa tiltøk inn á stovnin, heldur enn at vit fara út. Skulu vit til eitt skipað tiltak, krevur tað eyka starvsfólk, og tí raðfesta vit tað kanska ikki so høgt.

Tví- og fleirmælt við sviðusoð

Talið á børnum, sum eru tví- og fleirmælt, veksur í tali. Hesi síggjast eisini aftur á dagstovnunum. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu hesi børnini eru fyri málsliga, men sama hvussu tey eru fyri á føroyskum, er tørvur á eini yvirskipaðari ætlan og nøkrum leiðreglum um, hvussu børnini verða integrerað, og hvørji átøk eiga at verða gjørd, soleiðis at tey mennast málsliga. Tað halda Ingibjørg Heindriksdóttir, Súsanna Eliasen og Mona R. Mohr.

– Summi av børnunum, sum eru tví- ella fleirmælt, eru væl fyri málsliga, onnur eru illa fyri; tað er ógvuliga trupult at siga nakað sum heild um hesi børnini, tí familjurnar eru sera ymiskar. Í nógvum førum ger tað seg galdandi, at málsliga menningin hjá børnum, sum eru tví- og fleirmælt, gongur seinni, enn hjá børnum, sum hava føroysk foreldur. Tað hevur verið soleiðis, at tá ið talan er um børn, sum mennast seint málsliga, er hoyri- og talufrøðingur komin inn í myndina fyri at leggja lag á, men tá ið talan er um avbjóðingar, sum tví- og fleirmælt børn hava, so er tað ikki vanligir talutrupulleikar, talan er um, og tí ikki ein uppgáva fyri ein hoyri- og talufrøðing. Í grundini vantar okkum námsfrøðingum nøkur amboð at røkka hesum børnum. Brúka vit vanlig amboð at meta um málsliga stigið hjá barninum, til dømis TRAS-tilfarið, so kunnu vit staðfesta í nógvum førum, at børn, sum eru tví- og fleirmælt, eru illa fyri málsliga, tá ið talan er um at ogna sær føroyskt sum samskiftismál. Vit royna eftir førimuni, vit gera uppsløg og ymiskt tilfar og brúka nógva orku til tað. Tað er sera tíðar- og orkukrevjandi og í grundini ein uppgáva, sum vit ikki hava nóg nógva vitan um og als ikki tíð til. Eitt er, at tað hevði verið gott hjá okkum at komið á skeið í, hvussu vit røkka teimum betur, annað er, at onkur átti at framleitt tilfar, soleiðis at vit høvdu havt góð og fjølbroytt amboð at ment hesi børnini málsliga. Hetta er ein sera møtimikil uppgáva upp á nógvar mátar.

Tekstur: Turið Kjølbro