Kommunur fremja málmenning í verki
Summar føroyskar kommunur taka málmenningina hjá yngstu borgarum sínum í álvara. Í oktober í fjør lat Sørvágs kommuna øllum næmingunum í 1. til 3. flokki árshald av Pìka 7 og nú letur Sunda kommuna, børnunum í 1. flokki árshald av Píka7 og børnunum í 4. flokki árshald av Stroki.
– Vit taka hetta stigið við støði í, at 2018 var málmenningarár og at vit sum kommuna gjarna vilja gera tað vit kunna, sigur Heðin Zachariassen borgarstjóri í Sunda kommunu.
Spurdur um tey kanska fara undir onnur líkandi átøk fyri øðrum aldursbólkum í kommunum, svarar borgarstjórin játtandi.
– Vit hava í dag tríggjar sera vælvirkandi stovnar, sum gera nógv fyri at menna málið hjá okkara smæstu borgarum. Í løtuni eru vit við í eini verkætlan ið eisini fevnir um tey børn, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, so tað kann væl hugsast, at vit fara undir okkurt.
Heðin Zachariassen leggur afturat, at Skúlin við Streymin arbeiðir miðvíst við at betra um málførleikan hjá eldru børnunum, og tey sum kommuna, sjálvsagt fara at gera teirra part fyri, at skúlin hevur bestu amboð at fremja málmenning og lesimenning hjá eldru børnunum.
Strok og Píka7 koma út seks ferðir um árið. Píka7 er blaðið fyri tey, sum ganga í skúlabólk ella júst eru farin í skúla og upp til umleið 3. flokk. Strok er blaðið fyri tey frá umleið 3. flokki og eldri.
Í oktober mánaði í fjør lat Sørvágs kommuna øllum børnunum í 1. til 3. flokki árshald av Píka7. Lesi um tað her.
Umframt hesar báðar kommunurnar hava aðrar kommunur onnur ár eisini gjørt líkandi átøk.
Heimasíðan hjá Strok er: https://www.strok.fo/ og hjá Píka7: http://pikasjey.fo/