Soleiðis lærir tú pinkubarnið fleiri orð

 skjalasavn Tíðindi

Tosa tit nógv við pinkubarnið hjá tykkum, so lærir tað nógv orð. Hetta hava vit hoyrt ofta, og jú fleiri orð tað dugir, betur er barnið fyri, tá ið tað eitt nú fer í skúla og skal lesa.

Men tað ræður ikki bara um at tosa nógv og ofta um bara okkurt. Tað, sum tú tosar um og í hvørjum sambandi hetta verður sagt, hevur eisini stóran týdning fyri, hvussu nógv orð barnið hjá tær lærir seg. Hetta er niðurstøðan í nýggjari vísindagrein, sum granskarar á University og Chicago hava skrivað.

Tað, sum er avgerandi, er at tosa um okkurt, sum barnið sær og tí skilir beinanvegin. Barnið skilir eitt nú betur orðið ‘omma’, um tú sigur ‘har er omma’ og peikar á ommuna, enn tá ið tú sigur ‘nú fara vit at vitja ommu.’

Ofta hevur verið sagt, at foreldur við betri sosioøkonomiskari bakgrund klára seg betur í slíkum kanningum. Niðurstøðan í hesi kanningini var, at fíggjarliga og sosiala støðan einki hevði at siga, men at tað var rættiliga stórur munur á persónunum, sum vóru við í kanningini. Summi foreldur tosaðu nógv við barnið, men at tey bara hendingaferðina vístu barnið á ítøkiliga lutin, sum tosað var um, meðan onnur foreldur næstan aðruhvørja ferð vístu á tað ítøkiliga, sum prátað var um.

 

Kelda: forskning.no

 

Vísindaliga greinin sæst her.