Lesur tú við oyrunum?

 skjalasavn Tíðindi

Á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum er yvirlit yvir, hvørjar ljóðbókur eru á føroyskum. Tær eru bólkaðar í bygda-, sið- og ævisøgur, børn og ung, fagrar bókmentir, skúlabøkur, stuttsøgur og yrkisbøkur. Har eru tó ikki allar við, tí síðan er ikki dagførd eina tíð. Tey arbeiða við nýggjari heimasíðu.

Ljóðbøkurnar eru á fløgum. Tað ber ikki til at heinta talgildar føroyskar ljóðbøkur á netinum enn, t.d. til fartelefon ella teldil.

– Fyrireikingar eru gjørdar til at fara undir at menna ein netmiðlapall til føroyskar ljóðbøkur, men av tí at játtanin til Ljóðbókatænastuna ikki er nóg stór, ber ikki til at gjøgnumføra verkætlanina. Hetta er harmiligt, tí tørvurin er stórur á einum slíkum palli. Vit í Føroyum eru minst eini 10-12 ár aftan fyri okkara grannalond á hesum øki. Tað tykist tó sum, at politiski myndugleikin hevur viðurkent tørvin, tí í ár fekk Ljóðbókatænastan 150.000 kr. eyka. Hetta er ikki nóg mikið, men tað hjálpir. Sagt verður, at ætlanin er at hækka játtanina enn meira næsta ár, so vónandi fer tað at eydnast at fáa ein netmiðlapall til føroyskar ljóðbøkur innan rímiliga tíð, sigur Elin Brimheim Heinesen, fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni.

Hesar ljóðbøkur eru komnar út í 2018:

Albert Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Annika í Dímun Ingun Christensen
Dansa við deyðans grindir Regin Dahl
Drotningarringurin Jógvan Isaksen
Góðanáttsøgur til rebelskar gentur Elena Favilli/Francesca Cavallo
Gudahøvd Jóanes S. Nielsen
Himinin brosar William Heinesen
Hitt blinda liðið Jógvan Isaksen
Horvna rósan Steintór Rasmussen
Nem í fimta NÁM
Rósa Maria Jens Pauli Heinesen
Samfelagið og eg NÁM
Samfelagið og vit NÁM
Søga 5 NÁM
Stjørnan Heine Hestoy
Tær bygdu land Óli Jacobsen

 

Hesar ljóðbøkur eru undir framleiðslu nú og koma út um stutta tíð:

Seytjandi maðurin Steintór Rasmussen
Teir tóku kjansin 1 – Søgan um Kap Farvel Birgir Waag Høgnesen
Teir tóku kjansin 2 – Tá Sundaberg sakk Birgir Waag Høgnesen
Teir tóku kjansin 3 – Stellurnar Birgir Waag Høgnesen
5 lyklar Kitty May Ellefsen
Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo? Rakel Helmsdal
Mennandi sálarfrøði Gitte Klein/Annbritt Fríðheim Mortensen
Óendalig vera Marjun Syderbø Kjelnæs

 

 

Hesar eru í umbúna at geva út seinni í ár:

Søgunámið Steintór Rasmussen
Maðkur, mykja, trimpil, beton og madrassa Jóan Pauli Joensen

 

 

Í eini grein í Berlingske í januar verður Daniel T. Willingham, granskari og rithøvundur av The Reading Mind, endurgivin fyri at siga, at ljóðbókin og tað hoyrda orðið kunnu vera eins góð og tað skrivaða orðið.

Á heimasíðuni hjá ljóðbókatænastuni kanst tú lesa um, hvat gott kann vera við ljóðbókum.

Tú kanst lurta eftir ljóðbókum:

  • tá tú: ert á ferð – t.d. umborð á ferju, í flogfari, í bussi ella bili osfr.
  • arbeiðir – t.d. umborð á skipi ella heima, smíðar, málar, egnir, sker flak, bøtir trol, rættar og klippir myndir á teldu osfr.
  • gert húsligt arbeiði – t.d. vaskar upp, ruddar, dustsýgur, vaskar gólv, strýkur klæði, ger mat osfr.
  • íðkar frítíðarítriv – t.d. gongur ella rennur ein túr, arbeiðir í urtagarði, ert á seiðabergi, siglir ein túr við báti, venur í venjingarhøli, ert á café, teknar, málar, bindur, heklar, seymar, vevar, leggur putlispæl, osfr.
  • gert skúlaarbeiði, ert á bókasavni osfr.
  • ert seingjarliggjandi – t.d. liggur á sjúkrahúsi, hvíldarheimi ella ellisheimi osfr.
  • hvílir teg um dagin – ella ert farin til songar um kvøldið við eini góðari góðanáttsøgu

Ljóðbókatænastan er deild undir Landsbókasavninum, sum tekur sær av at framleiða føroyskar ljóðbøkur, umframt at gera ljóðbøkurnar atgeingiligar fyri almenningin við at útvega bókasøvnunum í Føroyum, Bókamiðsøluni o.ø. ljóðbøkur.

Ljóðbókatænastan samstarvar eisini við onnur, sum framleiða ljóðtilfar, so sum Kringvarp Føroya, ið ger innspælingar av upplestri av bókmentum, umframt forlagið Sprotan, ið bæði framleiðir og selur ljóðbøkur.

Í eini nýggjari frágreiðing um ljóðbøkur, Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019, stendur, at ljóðbøkur eru skjótast vaksandi parturin í talgilda forlagsídnaðinum, at 26 % av amerikanarum hava lurtað eftir eini ljóðbók seinastu 12 mánaðirnar, at talið av framleiddum ljóðbókum í USA er vaksið við 33,9% frá 2016 til 2017, at ljóðbøkur gerast alt betri umtóktar millum ung, at 48% av øllum ljóðbókabrúkarum eru undir 35 ár, at ljóðbókabrúkarar lósu ella lurtaðu í meðal eftir 15 ljóðbókum seinasta árið, og 77 prosent av teimum, sum oftast lurtaðu eftir ljóðbókum, vóru samd í, at ljóðbøkurnar hjálptu teimum at lesa bøkurnar lidnar.

Á Bókadøgunum í november í fjør var eitt tiltak um ljóðbøkur. Frágreiðingin um ljóðbøkur var tá handað landsstýriskvinnuni við skúlamálum. Elin Brimheim Heinesen helt fyrilestur, umframt at skipað varð fyri pallborðsorðaskifti. Endamálið við tiltakinum var ein roynd av fáa politikarar at skilja, hví tað er umráðandi, at størri upphæddir verða játtaðar Ljóðbókatænastuni, soleiðis at vit fáa ein netmiðlapall til føroyskar ljóðbøkur.

 

Frágreiðingin kann heintast niður her:

https://landsbokasavnid.fo/download/file/c0a80f706c1ade6250bc7397d02207fd862ba600.pdf

 

Meira um tiltakið á Bókadøgunum 2018 kann fáast her:

https://landsbokasavnid.fo/utgavur