Einki kann sammetast við at lesa fyri børnunum

 skjalasavn Tíðindi

So avgjørd er granskarin, Laila Kjærbæk, tá ið hon verður spurd um týdningin av, at foreldur lesa fyri børnum sínum.

– Einki. Einki annað er, sum mennir mál, vitan og kenslur so væl, sum tað at foreldur sita og lesa fyri børnunum, sigur Laila Kjærbæk, granskari á Syddansk Universitet í Odense.

– Børn elska, at vit lesa somu bók umaftur og umaftur fyri teimum. Tað er trygt og gott hjá teimum. Barnið lærir at kenna fólk og ymiskt aftur í bókunum. Og mann nakar vaksin vera, sum ikki kennir seg aftur og ikki minnist, at onkur søga var, sum tað bara elskaði at hoyra aftur og aftur? Tá ið talan er um málmenning, so er einki, sum munar so væl, sum tað at lesa upp fyri børnunum, sigur Laila Kjærbæk.

Klára seg betur

Tað er hugnaligt hjá bæði stórum og smáum, og uttan nakað hóvasták og uttan, at barnið varnast tað, so fær tað eisini týdningarmiklan lærdóm, og hesin hevur týdning, tá ið barnið verður eldri. Børn, hvørs foreldur hava lisið fyri teimum, klára seg betur, samanborið við tey børnini, hvørs foreldur ikki lesa fyri teimum, vísir danska PISA-kanningin. Munurin er næstan eitt heilt skúlaár.

– Vit kunnu ikki gera ov nógv av, tá ið vit tosa um alt tað góða, sum kemur burturúr at lesa fyri børnunum, sigur Laila Kjærbæk.

Umframt málið, so gagnar tað eisini kognitivu menningini hjá børnunum. Bøkurnar siga frá einum heimi, sum er uttan fyri tað, sum barnið upplivir í sínum gerandisdegi, og barnið lærir at seta seg í staðið hjá øðrum, tá ið tað hoyrir um, hvussu onnur gera og hugsa. Tað mennir barnið og gevur tí betri fatan og størri vitan.

Men professarin ger vart við, at lesingin ikki kann standa einsamøll. Barnið skal vera virkið í lesingini.

– Á fakmáli verður hetta rópt dialogisk lesing – samrøðulesing. Tað er tað, sum riggar best. Barnið og hin vaksni tosa um bókina. Tað snýr seg um at fáa barnið at hugsa og grunda um evnið í bókini. Hin vaksni spyr – ongantíð betri, um spurningarnar ikki hava eitt greitt rætt ella skeivt svar, tí so kann barnið tosa og kjakast við hin vaksna um spurningin. Og tað kann geva íblástur til nýggj spøl, sigur Laila Kjærbæk.

Á Heimasíðuni hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags bfl.fo eru fleiri dømi um góðar bøkur at lesa fyri børnunum.

 

Kelda: Fyens Stiftstidende