Alt meiri tilfar á føroyskum

 skjalasavn Tíðindi

Seinastu vikurnar hava vit á málmenning.fo víst á ymiskt tilfar, sum er gott føroyskt íkast til málmenningina hjá børnunum.

Tað er at fegnast um, at alt meiri tilfar kemur, og vónandi fáa bæði børn og foreldur gleði av hesum.

Her eru leinki til ymiskt áhugavert tilfar:


Barnaútvarpið

Líka síðan 1957 hava børn í Føroyum lurtað eftir Barnaútvarpinum. Hoyrir tú ikki sendingarnar í útvarpinum, ber til at lurta eftir teimum og øðrum tilfari á heimasíðuni hjá Kringvarpinum: kvf.fo/vit Og hóast tú hevur hoyrt tað, so ber kortini til at fara inn á heimasíðuna og lurta einaferð afturat.


Pipp-Papp-Hey

Jensina og Ljóðfílurin hava verið fleiri ferðir í sjónvarpinum seinnu árini, og tíbetur hava tey funnið leiðina aftur á skíggjan við nýggjum sendingum. Nýggjastu sendingarnar hjá teimum síggjast her: kvf.fo/vit/greinar/2019/02/28/pipp-papp-hey

Umframt hesar nýggju sendingarnar ber eisini til at síggja fleiri aðrar av sendingunum í Pipp-papp-røðini á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.


Bubu

Klovnurin Bubu hevur sungið og beistast á youtube í nøkur ár. Filmarnir hjá Bubu munnu vera millum mest sædda tilfarið á føroyskum á youtube. Knappliga 4 milliónir ferðir hava børn og vaksin lært um grønmeti, súkklur og alt hitt, sum Bubu finnur uppá. Bubu sæst her:  https://www.youtube.com/channel/UCDO4L-BojDeY2zu91SOURnw

Bókstav.fo

Bubu rokast ikki bara á youtube. Hann hevur eisini heimasíðuna bokstav.fo, ið er ein heimasíða, har børn kunnu læra seg stavirnar og ljóðini, sum hoyra til. Síðan sæst á www.bokstav.fo

Barnasangbók Føroya

Mentamálaráðið gav í 2018 út Barnasangbók Føroya, sum er gáva til allar nýføðingar. Sangirnir síggjast og hoyrast eisini á youtube-rásini hjá Sangbókini: www.youtube.com/channel/UCYR4UCmnnusffvF_pg6bJtA

Ein hin nýggjasti er hesin teknifilmurin um fimm fittar apur: ww.youtube.com/watch?v=4Vsysoqz-CU&t=94s

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur í nógv, nógv ár givið út barnabøkur, so um tú vil hava eina góða bók at lesa fyri børnunum, finnur tú hana heilt víst á heimasíðuni hjá Bókadeildini www.bfl.fo

Bókaklubbin

Bókadeildin eigur eisini Bókaklubban. Har kunnu øll børn vera limir, og so fáa tey bøkurnar sendandi við postinum. Hetta er eisini galdandi fyri útisetabørn í Danmark, sum fáa bøkurnar sendandi fyri sama prís sum í Føroyum. Teknið tykkum sum lim á www.bokaklubbin.fo

 


Píka7

Píka7 er blaðið fyri tey, sum ganga í skúlabólki ella júst eru farin í skúla og upp til umleið 3. flokk. PÍka7 kemur út seks ferðir um árið. Heimasíðan er: pikasjey.fo/


Strok

Strok er blaðið fyri tey frá umleið 3. flokki og eldri. Strok er blaðið, sum fyrr var kent sum Barnablaðið. Strok kemur út seks ferðir um árið. www.strok.fo/

Tatanka

Tatanka hevur gjørt fleiri teknifilmar til ymsar sangir, ikki minst eru tað Stúti, Flaksa og Fima, sum stuttleika børnunum. www.youtube.com/channel/UCRlvgQWs7sCA2y4nwdLBPIA