Gongur betur at lesa, um næmingur og lærari hava góð viðurskifti

 skjalasavn Tíðindi

Kennir 1. floks næmingurin seg væl, virdan og sæddan av læraranum, mennir hann góðar lesiførleikar. Tað er niðurstøðan í eini spildurnýggjari norskari kanning.

Gerandisdagurin í einum fyrsta flokki kann vera strævin og rokmikil; tað vit allir lærarar. Tað snýr seg fyri ein stóran partur um at geva sær tíð til næmingarnar og møta teimum við øllum tí, teir koma við, men ikki minst at skapa góð viðurskifti millum hvønn einstakan næming og læraran og tryggleika. Tað vísir ein spildurnýggj kanning, sum Universitetið í Stavanger hevur staðið fyri. Niðurstøðan í kanningini er, at tá ið næmingarnir kenna, at lærarin dámar teir, so hevur tað góða ávirkan á, hvussu teir menna førleikar sínar at lesa.

Nærum 3000 næmingar í fyrsta flokki í skúlum kring um í Noregi hava tikið lut í kanningini. Teir hava svarað spurningum um eitt nú, í hvussu stóran mun teir meta, at lærarin dámar teir. Næmingarnir svaraðu spurningunum á teldli; teir brúktu brostekn (smileys) at svara spurningum, um teir hildu, at lærarin var ein góður vinur, um teir hildu, at lærarin hjálptu teimum, tá ið teir høvdu spurningar við onkrum, um teir hildu, at lærarin virðismettu teir, um teir hildu, at lærarin legði í teir og so framvegis. Umframt skuldu teir meta um, hvussu væl teir duga at lesa, hvussu væl teir duga at lesa søgur við nógvum teksti samanborið við hini í flokkinum, og teir hildu, at tað var ringt ella ein avbjóðing at lesa. Svarini vóru síðan samanborin og sett í ein dátugrunn, har førleikarnir hjá næmingunum at lesa vóru skrásettir. Úrslitið vísir, at týðiligt samband er millum, í hvussu stóran mun næmingar kenna at teir fáa stuðul frá lærarunum og lesiførleikar teirra.

Hvør er so orsøkin til, at so er?

Tað at kenna seg at vera sædd og vird av læraranum og síðan at menna góðar lesiførleikar hevur nakað við sjálvsmyndina hjá næmingunum at gera. Næmingar, sum føla, at lærarin dámar teir, hava eina góða sjálvsmynd av sær sjálvum sum lesari – sum aftur hevur góða ávirkan á at menna góðar lesiførleikar.

– Vit høvdu eina hypotesu um, at tað kann vera beinleiðis samband millum kensluligan stuðul og lesiførleikar, men hetta fingu vit ikki prógvað, men tað, vit hava funnið fram til, vísir, at tað er avgerandi fyri lesimenningina, at næmingar føla, at lærarin sær og virðir teir, sigur Maria Therese Jensen, granskari við Lesesenteret í UiS.

Stóra kanningin av lesivanum, sum var gjørd í 4., 6. og 9. flokki í 2017 í Føroyum, stuðlar undir úrslitini í norsku kanningini. Hon vísir, at næmingar, sum hava góð viðurskifti við lærarar sínar, lesa meiri. Úrslitið av kanningini kann lesast her á síðuni.

Kelda: forskning.no