Forkunnug fornbókasøla í Gamla bókahandli
Hevur tú alsk til gamlar bøkur og gomul tíðarrit, ella leitar tú eftir bókum, sum eru útseldar fyri langari tíð síðan, kann tað vera, at tú finnur hana í fornbókasøluni í Gamla bókahandli, tað sum eisini eitur H.N. Jacobsens bókahandil. Í einum rúmi fyri seg, ið verður rópt Antikvariat Sigrid, uppkallað eftir dóttur H. N. Jacobsen, hava tey savnað antikvariskar bøkur og bøkur, sum hava verið útseldar leingi. Felags fyri bøkurnar er, at tær antin eru skrivaðar av føroyingum ella skrivaðar um Føroyar, føroyingar ella føroysk viðurskifti. Nógvar av bókunum eru ógvuliga forkunnugar, eitt nú gamlar útgávur eftir navnframar høvundar, so sum William Heinsen, Jørgen Frantz Jacobsen og Janus Djurhuus.
– Tað kann vera ein stór avbjóðing at fáa hendur á bókunum hjá Williami Heinesen til dømis, serliga teimum fyrstu, tí tað eru nógv ár síðan Gyldendal gav ta seinastu út, so tá ið vit fáa fatur á teimum, verða tær skjótt seldar. Onkuntíð fáa vit fatur á fyrstu útgávunum, men ikki altíð. Mangan skriva fólk seg á ein lista, so tá ið vit fáa hendur á bókunum, sum tey spyrja eftir, venda vit okkum til teirra, sigur Paulina Winther úr Gamla Bókahandli.
Antikvariskar og gamlar bøkur hava altíð verið seldar í H. N. Jacobsens bókahandli. Nú tær eru savnaðar í einum rúmi fyri seg, koma tær betur til sín rætt, og fólk kunnu sessast at leita og fordjúpa seg í teimum. Handilin hevur stóra goymslu av hesum bókum; bara eitt úrval er frammi í handlinum. Bøkurnar eru skrásettar í kassaskipanini, soleiðis at til ber at leita eftir bókunum, kundin leitar eftir ella er áhugaður í.
– Vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, bæði føroyingum og útlendingum; kundarnir leita ofta eftir bókum um gomul føroysk hús og bátar, byggitøkni, bygdasøgur, mangan í sambandi við ættargransking, um hendingar á havinum, um skip, eldri ferðafrásøgnir og ymiskt annað siðsøguligt. Eisini eru tað kundar, sum samla uppá alt frá einum ávísum rithøvundi ella alt um eitt ávíst evni t. d. seinna heimsbardaga. Vanliga vilja viðskiftafólkini, sum eru samlarar, hava hendur á fyrstu útgávunum. Bøkur við gomlum fotomyndum og við gomlun grafiskum tekningum hava eisini áhuga.
Lesandi og skúlanæmingar dámar væl at leita millum gomlu bøkurnar, ofta í sambandi við onkra uppgávu, men í høvuðsheitum eru tað fleiri menn enn kvinnur, sum hava áhuga í antikvariskum bókum.
Tað kemur javnan fyri, at fólk venda sær til H.N. Jacobsens bókahandil við stórum goymslum av gomlum og antikvariskum bókum. Starvsfólk úr H. N. Jacobsens bókahandli leita eisini í bókagoymslum uttanlands, sum tey fáa frænir um kunnu hava bøkur, sum kunnu vera áhugaverdar hjá føroyingum.
– Meiri forkunnugar og serligar bøkurnar eru, dýrari eru tær. Í løtuni hava vit til dømis fyrsta yrkingasavnið eftir William Heinsen frá 1924, Høbjergning fra havet. Henda bókin verður seld fyri 1100 kr. Dýrasta antikvariska bókin, sum vit hava selt, fór fyri 20.000 kr. Av øðrum bókum, sum hava havt serligan áhuga, kanna eg nevna: Om Færøernes Geognostiske beskaffenhed: Forchammer 1826, For-Expeditioner: T. Zeilau 1861, Forsøg til en beskrifelse over Færøerne: Jørgen Landt 1800, A Description og The Faroe Islands: Jørgen Landt 1810, Die Færöer: Carl Küchler 1913, The Faroes and Icelands: Nelson Annadale 1905, Livet paa Færøerne: Hans A. Djurhuus 1950, Færøske kongsbønder, Seyðabrævið, Svabosgloser umframt bøkur eftir H. A. Djurhuus, J.H. Djuruus, Regin Dahl, William Heinesen, Jørgen- Frantz Jacobsen, Chr. Matras og Robert Joensen.
Tað kemur javnan fyri, at fólk venda sær til H.N. Jacobsens bókahandil við stórum goymslum av gomlum og antikvariskum bókum.