Les fyri sálarligu heilsuna

 skjalasavn Tíðindi

Í annaðkvøld, 10. oktober kl.19.30, verður tiltakið “Les fyri sálarligu heilsuna” á Býarbókasavninum í Havn. Kom og hoyr um hvønn týdning og ávirkan lesnaður hevur á sálarligu heilsuna.

Sissal Rasmussen, exam.art. í føroyskum, cand.mag í audiologopedi og Ph.D.-lesandi og Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður, rithøvundur og námslektari hava fyrilestur um lesnað og sálarliga heilsu. Monika Mohr úr Fólkaheilsuráðnum hevur eisini framløgu um ABC fyri sálarliga heilsu.