Altjóða lesidagur í dag

 skjalasavn Tíðindi

Í 1965 útnevndi ST 8. september at vera altjóða lesidag. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1966. Endamálið við degnum er at varpa ljós á týdningin, ið lesing hevur fyri okkum sum einstaklingar, fyri felagsskapin okkara millum og fyri samfelagið.

 

Vit lesa av ymsum orsøkum. Stundum lesa vit fyri at fáa vitan og innlit í eitthvørt, ella vit lesa, tí vit vilja vita meiri um tað at vera menniskja, men vit kunnu eisini lesa bara fyri at stytta okkum stundir ella fyri at uppliva spenning.

At lesa skaldskap gevur okkum møguleikan at fáa upplivingar ígjøgnum onnur, meðan vit sita heitt og fjálgt í eini sofu. Vit kunnu lesa um, hvussu onnur liva og uppliva, og hvussu tey hugsa og kenna. Vit gleðast saman við teimum, tá ið tað gongst teimum væl, og harmast saman við teimum, tá ið tað gongst teimum illa.
Vit lesa um støður og umstøður, sum vit kanska ongantíð sjálvi koma í, og kortini kenna vit okkum aftur í tí felagsmenniskjaliga. Vit fáa innlit í, at vit eru ymisk, hava ymisk kor og ymsar fortreytir. Soleiðis kunnu vit læra um okkum sjálvi ígjøgnum onnur, læra at skilja onnur, ið eru øðrvísi, enn vit sjálvi. Og soleiðis kunnu vit rúmka okkara hugburð og fatan av øðrum, tí vit hoyra øll til sama felagsskap, tó at vit kanska liva í ymiskum samfeløgum og hava ymiskar tilverutreytir.