Børn, bøkur, lesifatan og skíggjar

 skjalasavn Tíðindi

Næmingar sum lesa í frítíðini eru betri lesarar enn tey sum ikki lesa. Hetta hevur kanning eftir kanning staðfest. Nú staðfestir norsk kanning, ið er partur av størri altjóða kanning, at tey, sum lesa í frítíðini, eisini eru betri lesarar, tá ið ræður um at lesa á einum skíggja.

Næmingar sum siga seg lesa hvønn dag ella næstan hvønn dag ‘til stuttleika’ eru tey sum klára seg best í bæði vanligu kanningini av lesifatan og eisini í kanningini, sum hevur kannað lesifatan í samband við lesing á skíggjum.

Tey sum siga seg vera nógv á internetinum gerast ikki betri lesarar av hesum – heldur ikki skermlesarar. Tey klára seg sum heild verri í kanningini enn tey, sum lesa í frítíðini.

Norsku granskararnir gera kortini vart við, at hetta ikki vísir orsøkir, men at tað bara staðfestir samband. Felags fyri góða lesifatan bæði á skíggja og á pappíri er, at næmingurin lesur í frítíðini og hvussu vánirnar eru heima. Granskararnir við Lesesenteret á Universitetinum í Stavanger, siga at týdningarmesta úrslitið í kanningini, sum bæði foreldur og lærarar eiga at leggja sær í geyma er, at lesingin í frítíðini hevur nógv størstan týdning fyri hvussu børnini klár seg í kanningum, sum skulu staðfesta lesiførleika og lesifatan.

Kanningin, sum víst verður til er stóra altjóða PIRLS kanningin (Progress in International Reading  Literacy Study.) Ein serlig útgáva er gjørdi sum kannar lesifatan í samband við skíggjar, hon verður nevnd ePIRLS.

Lesið meira um kanningina á heimasíðuni hjá Lesenteret. : https://lesesenteret.uis.no/