Lesiambassadørur kveikir lesihugin

 skjalasavn Tíðindi

Orðfeingi hjá einum 7 ára gomlum barni er umleið 5000 orð.
Orðfeingi hja einum 17 ára gomlum unglingi, sum ikki lesur, er umleið 15.000 orð.
Orðfeingi hja einum 17 ára gomlum unglingi, sum lesur, er umleið 50.000-70.000 orð.

Hesin teksturin stóð á fyrsta uppslagnum í sera áhugaverdu framløguni hjá Johan Anderblad, lesiambassadørinum í Svøríki, á norðurlendsku barnabókaráðstevnuni í Stavanger, sum var mána- til mikudagin í farnu viku. Umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám tóku lut á ráðstevnuni.

Síðan 2011 hevur almenna svenska mentanarráðið útnevnt eitt fólk at vera lesiambassadørur fyri tvey ár í senn. Uppgávan hjá lesiambassadørinum er at kveikja lesihugin hjá ungum sum eldri kring alt landið; endamálið er, at øll, sama hvørjar fortreytir og hvørja bakgrund, skulu hava javnbjóðis møguleika at fáa lut í bókmentunum, tí lesing ella ikki-lesing er ein fólkaræðislig avbjóðing. Lesiambassadørurin ferðast runt í landinum, har hann hittir fólk, ung sum eldri, og tosar við tey um tilgongd teirra til at lesa, til bøkur og bókmentir. Hann tekur lut í kjaki og samrøðum í miðlunum og er virkin í orðaskifti um lesing og vantandi lesing. Hann fær børn, ung og eldri at seta orð á, hví tey lesa ella hví tey ikki lesa; hann ger stuttar videoupptøkur, sum hann leggur út til íblástur hjá øllum, tí fremsta uppgávan er at kveikja og stimbra hugin at lesa og kunna um týdningin av lesing. Hetta ger hann á stuttligan, hugvekjandi og øðrvísi hátt.

Fyrimyndin til skipanina við lesiambassadørinum í Svøríki er úr USA, Stórabretlandi, Írlandi og Avstralia. Johan Anderblad er tann fjórði lesiambassadørurin í Svøríki. Tað eru fólk, sum eru kend í almenna rúminum, sum fáa uppgávuna at gerast lesiambassadørur. Johan Anderblad er kendur úr svenskum barnasjónvarpi, og hann hevur eisini skrivað fleiri barnabøkur.

Tað ber til at fylgja við arbeiðinum hjá lesiambassadørinum í Svøríki á sosialu miðlunum undir hassjtagginum #läsambassadörencheckarin umvegis kontuna @lasambassadoren

Les meiri um lesiambassadørin á heimasíðuni hjá svenska Kulturrådet.

 

 

 

 

.