Mátin sum tú lesur, myndar teg sum menniskja
Tað snýr seg ikki bara um at lesa á talgildu miðlunum mótvegis at lesa í pappírsbók, men eisini um HVAT vit lesa.
– Tá ið vit lesa á netinum, verða vit freistað at skunda okkum víðari, og vit hava tí ilt við at minnast, hvat vit lesa. Avleiðingarnar eru stórar, tí vit verða minni empatisk og duga verri at lesa kritiskt, heldur Maryanne Wolf, granskari
Tað snýr seg ikki bara um at lesa á talgildu miðlunum mótvegis at lesa í pappírsbók, men eisini um HVAT vit lesa.
Undirvísarar á universitetum siga frá, at lesandi hava ringt tol, tá ið talan er um at fata og skilja tekstir, og at tey helst vilja sleppa undan klassiskum og tungum tekstum. Tað, sum vekir stúran, er ikki bert, at tey ungu ikki hava bindindi at lesa, men orsøkin, ið liggur aftanfyri – at tey ikki megna at lesa tekstirnar, heldur Maryanne Wolf, sum leggur afturat, at tað eru nógv lesandi, sum ikki hava nóg góðar førleikar at skilja kompleksitetin í krevjandi tekstum og í kritiskari greining. Bara at blaða ígjøgnum tekstir broytir ikki bara mátan, vit lesa, og hvussu vit minnast, men eisini endamálið við at lesa … Vit taka lættari ímóti følskum og villleiðandi upplýsingum.
Tað positiva er, at gransking vísir okkum, hvat er við at henda, og at vit hava eitt val. ”Meiri tilvitað vit eru um, hvat tað er, sum vit kunnu missa, betur kunnu vit bøta um tað.”
Vit mugu halda fast við, at vit vilja nakað annað – vit vilja hugsavnan, hugdýping, at kava niður í tekstin og nærveru. Offline-tíð er ein grundleggjandi menniskjaligur tørvur í dag.
Kelda: POV international.