Hevur tú lisið fyri barni tínum í dag?
Hevur tú ikki, ert tú ikki einsamøll ella einsamallur, tí tað vísir seg at vera vanligari at raðfesta annað at gera heima enn at lesa fyri barninum
Ein nýggj kanning í Onglandi, ”Nielsen Book Research”, vísir, at færri og færri foreldur lesa fyri børnum sínum heima. Samsvarandi kanning, sum er gjørd í Danmark í 2017, vísir, at 52-83 prosent av børnunum í 3.-7. flokki sjáldan ella ongantíð fáa søgu lisna heima av mammu ella pápa. Hetta eru ikki góð tíðindi; ein uggi er tó, at í dag eru børn í miðal meiri saman við foreldrum sínum enn áður, í øllum førum pápunum. Tað vísir ein kanning, sum Rockwool-grunnurin hevur staðið fyri. Tað er greitt, at børnini kunnu gera annað saman við foreldrunum enn at lesa.
Kortini eiga vit at steðga á og hugsa um keðiligu gongdina, at tað verður lisið ov lítið heima fyri børnunum, ikki minst tá ið vit hava í huga, at børn í dag lesa minni sjálv enn áður. Skíggjar fylla nógv meiri í gerandisdegnum hjá børnum, og bókin er tí í harðari kapping við skíggjan. Danska kanningin vísir eisini, at børn fegin vilja lesa meiri, um onkur las fyri teimum, og um foreldur teirra stuðlaðu teimum at gera tað. Børnini eftirlýsa, at foreldrini krevja av teimum, at tey lesa.
Men hví er lesing framvegis so týdningarmikil, tá ið flestu børn nú á døgum verða stimbrað umvegis miðlar, vinir og frítíðarvirksemi?
Kanningar vísa, at tað at lesa fyri børnum og samrøður um eina bók økir um orðfeingið og førleikarnar hjá børnum at orða seg. Tær vísa eisini, at fyrimyndir hava alt at siga fyri, um børn lesa ella ikki. So vilja vit hava lesisterk børn, sum duga væl at orða seg, so eiga vit at vera góðar fyrimundir og vera við til at skapa góðar og hugnaligar lesivanar heima.
Ein grein í The Guardian viðger eina kanning, sum National Literacy Trust hevur gjørt; hon vísir, at børn, sum lesa fyri at hugna sær, hava verri sannlíkindi at fáa sálarligar trupulleikar seinni í lívinum.
Kelda: bogmarkedet.dk