Ein av fýra ungum tímir ikki at lesa bøkur
Ung í aldrinum 15 til 25 ár leggja bøkurnar til viks, tá ið tey koma heim úr skúla, vísir nýggj norsk kanning. Ungfólkini halda, at tey hava ikki tíð at lesa, og at bøkur eru ikki viðkomandi fyri tey.
Tað er Norstat, sum hevur gjørt kanningina fyri norska kringvarpið, NRK. Hon vísir, at ein av fýra tímir ikki at lesa bøkur; tá eru skúlabøkur og skúlapensum ikki íroknað. Silje Tretvoll, dagligur leiðari í Felagnum !les, heldur, at tølini í kanningini eru ógvuliga ørkymlandi.
– Hesin bólkurin av ungfólki er sera umráðandi at røkka. Eg rokni við, at tað verður ógvuliga trupult at røkka teimum seinni í lívinum, um vit hava mist tey longu í aldrinum, tá ið vit eiga at røkka teimum.
Kanningin er gjørd millum eitt umboðandi tal av ungum í aldrinum 15 til 25 ár úr øllum Noregi. Úrslitið vísir, at 74 prosent av teimum luttakandi lesa færri enn 5 bøkur um árið.
Skúlin eigur at hava bøkur, sum eru viðkomandi fyri ung
Mariell Gomez Skånvik (18) og Matana Grinde (16) halda, at tað eiga at vera fleiri bøkur í skúlanum, sum eru viðkomandi fyri ungfólk, fyri at fleiri teirra skulu tíma at lesa
– Tað eru ikki so nógvar spennandi bøkur longur, eg føli, at eg havi lisið alt, sigur Mariell Gomez Skånvik.
– Eg las meiri, tá ið eg var lítil, men nú brúki eg tíðina til Instagram, vinir og ítrótt. Ungfólk hava so nógv at gera í dag, og tað er ikki so nógv tíð til at lesa, sigur Matana Grinde.
Umráðandi at ung lesa
Mette Marit, krúnprinsessa, hevur ferðast kring Noreg og greitt frá, hvussu umráðandi tað er at lesa.
– Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit sum foreldur og vaksin rundan um tey ungu royna at eggja teimum ungu at lesa um evni, tey hava áhuga í.
Hon heldur, at tekstur kann vera so mangt.
– Tað kann vera hip hop-tekstir, sum eru viðkomandi fyri mong, tað kann vera skaldsøgur, tað kann vera fantasy. Teksturin ger, at vit skilja lívið á ein annan hátt. Tað hevur týdning, og tað haldi eg, at ungfólki tørvar.
– At skapa lesarar kemur ikki av sær sjálvum
– Tað eru ikki so nógvar spennandi bøkur longur, eg føli, at eg havi lisið alt, sigur Mariell Gomez Skånvik.
Eg las meiri, tá ið eg var lítil, men nú brúki eg tíðina til Instagram, vinir og ítrótt. Ungfólk hava so nógv at gera í dag, og tað er ikki so nógv tíð til at lesa.
Silje Tretvoll, ið er leiðari í Foreningen !les, heldur, at tað er sera ørkymlandi, at so fá ung lesa bøkur. Tølini koma ikki óvart á Silje Tretvoll, men hon heldur, at politikararnir eiga at taka støðuna í álvara.
– Tað at skapa lesarar er eitt arbeiði, ið tekur langa tíð – tað kemur ikki av sær sjálvum.
Silje Tretvoll heldur, at tað at lesa kann vera við til at minka um sosiala ójavnan.
– Bókmentir kunnu skapa mentanarliga felagsskap og felags referansurammur. Við at lesa bøkur skapa vit kritiskar lesarar, sum kunnu skyna mun á fakta og fiksjón.
Kelda: nrk.no