Bókavørðurin stimbrar málmenningini

 skjalasavn Tíðindi

12 tímar saman við einum bókavørði kunnu gera stóran mun í málsligu menningini hjá barnagarðsbørnum. Hetta vísir nýggja danska granskingarverkætlanin, “Sprogstart”

Nógvir barnagarðar munnu brúka tilboðið at fara á bókasavnið við børnunum, eins og mong foreldur vísa børnunum á bókasøvnini sum eitt gott mið at fáa hendur á góðum og spennandi bókum. Nýggja verkætlanin, ”Sprogstart” vísir, at ikki bara duga bókavørðirnir væl at vísa okkum lænarum á góðar og áhugaverdar bøkur. Teir kunnu eisini vera hollur stuðul í málmenningini hjá barnagarðsbørnum.

Ein samanrenning av fakligu vitanini hjá einum bókavørði og granskingargrundað vitan um, hvussu børn læra og hvørjar málsligar førleikar børnini í ymsum aldri hava, kann gera stóran mun í málmenningini.

Saman við granskarum frá TrygFondens Børneforskningscenters hava bókavørðir og námsfrøðingar ment eitt tilboð til barnagarðar, sum brúka bókasøvnini.

Royndin bygdi á eina eina skipan við einum tilboði, har børnini nýttu 30 minuttir saman við bókavørðunum tríggjar ferðir um vikuna í 8 vikur ella tilsamans 12 tímar. Við støði í ríka málinum og teimum spennandi søgunum, sum eru at finna í bókunum, kunnu børnini spæla seg til nýggj orð og fáa ans fyri ljóðunum. Hesir 12 tímarnar gjørdu rættiliga ógvuliga stóran mun.

Í mun til vanligu málsligu menningina so hava børnini, sum hava verið við í verkætlanini, tikið seg 75% fram, tá ið ræður um rím, og 22%, tá ið ræður um orðfeingi.

Dorthe Bleses, professari, sum hevur samskipað verkætlanina, fegnast um úrslitið:

– Orðfeingi er støði undir málinum, og rím betra um ljóðliga ansin, sum skal vera til staðar, tá ið børnini skulu seta stavilsi saman til orð og seinni læra seg at lesa. Hetta tilboðið kann tí vera við at betra um málsliga støðið, og tað hevur stóran týdning fyri trivnað og menning nú, men eisini hevur tað stóra ávirkan á, hvussu tey fara at klára seg seinni í skúlanum, ikki minst tá ið um lesing umræður.”

Lesið meira á síðuni hjá Trygfondens Børneforskningscenter