Lesivanakanningin: 64% lesa sjáldan ella ongantíð
Í farnu viku var grein her á Málmenning um at børn í Noregi ikki orkaðu at lesa, og at tey hildu tað vera eitt bragd at lesa í 15 minuttir. Ella sagt við orðunum hjá norska rithøvundinum Bjørn Sortland, tað er sum hava tey klintrað niðan á Himalaya, tá ið tey hava lisið í 15 minuttir.
Á várið 2018 var Lesivanakanningin, sum kann lesast her á síðuni løgd fram. Ein av mongu spurningunum, sum var spurdur í kanningini var, hvussu nógv børnini lósu í frítíðini.
24 % svaraðu, at tey lósu hvønn dag ella fleiri ferðir um vikuna, meðan 64 % søgdu seg ongantíð ella sjáldan lesa bøkur í frítíðini.
Spurt var eisini um, hvussu nógva tíð tey hugdu í sjónvarp ella brúktu talgild tól.
60 % søgdu seg seg hyggja upp til ein tíma ella meiri um dagin, men 26 % søgdu seg ongantíð hyggja í sjónvarp. 42 % av børnunum søgdu seg brúka telefon, teldil ella teldu meiri enn 4 tímar um dagin. Tað, sum tey hyggja at, er eitt nú filmar á Netflix, youtube og øðrum; fleiri enn 90 % siga seg hyggja upp til ein tíma ella longri hvønn dag. 10% lesa ein tíma ella longri í bløðum ella bókum og 9% lesa á telefon ella teldli, td. bloggar ella e-bøkur í meiri enn ein tíma hvønn dag.
Nógvir aðrir spurningar vera viðgjørdir í Lesivanakanningini, sum kann takast niður her: Lesivanakanningin 2018
Lesið eisini greinina “Børn orka ikki at lesa“
Lesivanakanningin var gjørd í 2017/2018. Við í kanningini vóru 4., 6. og 9. flokkar úr øllum landinum