Bókamerki við lesiráðum
Í fjør komu faldararnir Les saman. Nú er bókamerki gjørt, sum er framhald av hesum. Á bókamerkinum eru góð ráð um, hvussu tú kanst lesa fyri barninum og um, hvussu tú kann tosa við barnið um tað, sum tit lesa og soleiðis stuðla undir málmenningini.
Millum ráðini eru:
- Les fyri barninum – eisini, tá ið tað dugir at lesa sjálvt
- Les yndisbókina aftur og aftur
- Knýt samband millum bókina og ymiskt barnið kennir úr gerandisdegnum
- Tosa um orð, sum barnið ikki kennir
Sissal M. Rasmussen og Turið Kjølbro hava staðið fyri at gera bókamerkið, og Mentamálaráðið, Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava stuðlað fíggjarliga. Sissal og Turið eru partur av toyminum handan heimasíðuna www.malmenning.fo.
Bókamerkini fáast í bókhandlum og bókasøvnum.
Faldararnir Les saman kunnu takast niður á malmenning.fo
Les fyri barninum – eisini, tá ið tað dugir at lesa sjálvt
Les yndisbókina aftur og aftur
Knýt samband millum bókina og ymiskt barnið kennir úr gerandisdegnum
Tosa um orð, sum barnið ikki kennir