Vánaligir lesiførleikar kosta samfelagnum nógv
Vit vita ikki sørt um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri eitt samfelag, at fólk hava vánaligar førleikar í lesing. Tað kann setast í samband við, at næmingar gevast í útbúgvingarskipanini, til seinni arbeiðsloysi og til hagtøl hjá løgregluni.
Lesing er ein fortreyt fyri allari læring, lesing er mamman hjá allari læring. Einki yrki er longur til, har tað ikki er eitt krav at duga væl at lesa. Tað er strævið hjá øllum at stríða seg ígjøgnum eitt skúlalív og framvegis kenna seg ikki at duga, tá ið talan er um skúlaarbeiði, og avleiðingarnar gerast uppaftur verri, um man gevst. At finna arbeiði uttan at hava nakran skúla er nærum ómøguligt.
Skúlin er tann mest umráðandi pallurin, tá ið talan er um at læra at lesa, og lesing er týdningarmesta uppgávan hjá skúlanum. Tað hevur alt at siga, at skúlin tekur á seg hesa uppgávuna og tekur hana í størri álvara. Børn lesa nevniliga ikki longur í frítíðini, á sama hátt sum fyrr. Tað vísir nýggjasta kanningin av lesivanunum, sum var gjørd í Føroyum í fjør, og tað vísa útlendskar kanningar eisini.
Kelda: Frederiksstad Blad