Les saman

 skjalasavn Tíðindi

Mentamálaráðið lýsti árið 2018 at vera serligt málmenningarár. Av játtanini til tiltøk í samband við málmenningarárið, stuðlaði Mentamálaráðið millum annað eini verkætlan, sum gav út seks faldarar undir yvirskriftini “Les saman.” Hesir faldarnir eru eisini at finna á síðuni hjá Málmenning

Í teimum seks faldarunum eru góð ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu menna málið hjá børnum sínum. Foreldur eru tey týdningarmestu, tá ið umræður málsligu menningina hjá børnunum. Í faldarunum eru góð og ítøkilig ráð um, hvussu hetta kann gerast, hvussu tú kanst lesa fyri barninum, og hvat tú kanst gera, tá ið barnið ikki tímir so væl. Tað er eisini sera umráðandi, at børn í øllum aldri hava lætta atgongd til bøkur, heima, á dagstovni og í skúla; í faldarunum eru uppskot um góðar bøkur, tú kanst lesa fyri og saman við børnunum í ymsu aldursbólkunum.

Faldararnir eru til foreldur at børnum í aldrinum 0 til hálvt annað ár, 1-2 ár, 3-4 ár, 5-7 ár, 7-10 og 10 ár og eldri.

Faldarnir eru nú at finna undir yvirskriftini ‘Faldarar’ ovast á hesi síðuni, men kunnu eisini takast niður her:

Faldari 0-1½ ár
Faldari 1-2 ár
Faldari 3-4 ár
Faldari 5-7 ár
Faldari 7-10 ár
Faldari 10 ár og eldri