5 góðar grundir at lesa fyri stórum børnum
Tú kennir tað ivaleyst; so hvørt barn títt verður eldri, gongur longri og longri tíð millum, at tit finna tíð at seta tykkum við eini góðari bók at lesa saman. ”Tað gongur nokk,” sigur tú við teg sjálva, ”tí barnið kann lesa sjálvt.” Kortini eru nógvir fyrimunir at raðfesta hesar løturnar, tá ið tú lesur fyri stóra barni tínum.
Her eru fimm góðar grundir til, hví tað at lesa fyri og saman við stórum børnum, tað vil siga børnum, sum duga at lesa sjálv, er fantastiskt.
1. Tit kunnu lesa fleiri ymiskar (og meiri spennandi) bøkur
Øll foreldur kenna tað. Tá ið barnið var yngri, hevði tað eina yndisbók, sum tú skuldi lesa hvørt kvøld, til tit øll dugdu bókina uttanat. Og hóast tað besta barnið visti, var at hoyra yndissøguna aftur og aftur, so helt tú satt at siga, at hesar løturnar við góðanáttsøgum vóru eitt sindur keðiligar.
Soleiðis er tað tíbetur ikki við størri børnum. Tey eru nóg gomul at lesa longri og meiri avbjóðandi bøkur, og tíðin, har sama myndabók verður lisin aftur og aftur, er farin. Í staðin kunnu tit lesa bøkur, sum bæði tann vaksni og barnið halda eru stuttligar og spennandi. Barnið hevur eisini aldur til at hoyra og lesa klassikarar.
Góð lesiráð:
Abbin og úlvarnir eftir Per Olov Enquist, ein klassisk søga um sterkar hundar og djørv børn.
Tonja Gliturdal eftir Mariu Parr, ein skemtilig søga um Tonja, sum er einasta genta í Gliturdalinum og raskasta genta, tey í dalinum leingi hava sæð.
Salmiakk og Spøki og Salmiak og Hedda eftir Moni Nilsson; hóast Salmiakk verður happaður, er søgan ógvuliga lívsjáttandi.
Mio, mín Mio, Brøðurnir Leyvuhjarta, Ronja Ránsmansdóttir og Bókin um Pippi, klassiskar bøkur eftir Astrid Lindgren í nýggjari og dagførdari útgávu.
Upplivingarnar hjá John Blake eftir kenda rithøvundin, Philip Pullman, ein tekniraðsøga um upplivingarnar hjá John Blake.
Røðirnar Pax eftir Larsson/Korsell, William Wenton eftir Bobbie Pears og Kepler62 eftir Bjørn Sortland og Timo Parvela; spennandi bøkur, sum eru bland av fantasy og realismu.
2. Tey eru nóg gomul at skilja bøkurnar
”Nú skilji eg!”
Í nógvum bókum eru fleiri løg, og fatanin hjá børnum av søgunum veksur við aldrinum, t.d. kunnu ævintýrini hjá H.C. Andersen ella klassiskar søgur sum Lisa í Leikalandi allar verða lisnar á ymsan hátt, alt eftir hvussu gamalt barnið er.
Góð lesiráð:
Bestu ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe, søgusavn við 14 av bestu og kendastu ævintýrunum hjá Asbjørnsen og Moe.
Bestu ævintýrini hjá H. C. Andersen, eitt savn við kendastu og best dámdu ævintýrunum hjá H. C. Andersen.
Einaferð var tað … 15 føroysk ævintýr, sumeru endursøgd og myndprýdd, soleiðis at nýtt og gamalt er vovið saman við gamla frásøguháttinum og ætlað børnum.
Barsakh og Tey, sum ikki eru til eftir Simon Stranger; báðar bøkurnar eru nemandi og spennandi, tær snúgva seg um tað at koma til Evropa sum flóttafólk og møta veruleikanum, sum ikki er so gyltur, sum tey vóna og vænta.
3. Tú fært innlit í, hvat hendir í lívinum hjá barni tínum
Nógv børn gerast meiri og meiri sjálvstøðug eftir, at tey eru 8-10 ár, og tí kann tað vera trupult hjá foreldrum at fylgja við í, hvat hendir í lívinum hjá teimum. Lesur tú fyri barinum, kann tað lata upp fyri, hvat hendir í lívinum. Kanska sita tit og lesa í eini søgu, sum minnir barnið á okkurt, sum hendir í skúlanum. Ella kann upplesturin vera við til at skapa tryggar karmar og geva barninum dirvi at siga okkurt, sum hevur plágað tað í langa tíð. Um somu tíð eru stór børn nóg gomul til at lesa yrkisbøkur um evni, sum tey hava áhuga í. Og hvør veit, kanska kann tað hjálpa tær sum foreldur at fáa meiri at vita um, hvørji áhugamál barn títt hevur?
Góð lesiráð:
Lat eisini meg eftir Halldóru Dam; upprunaføroysk bók um gentu, sum verður happað.
Happy eftir Linn T. Sunne; bókin er ungdómsbók um tað at vera nýggj í flokkinum og um at lúgva og látast sum um.
Dámar ”hata horuna” eftir Johanne Nilsson; bókin er sterk ungdómssøga um happing á netinum. Um hvussu skjótt ein søga kann gerast til slatur og spjaðast.
Undur eftir Raquel J. Palacio; bókin er um August, sum er føddur við avskeplaðum andliti.
4. At lesa saman kann geva børnum eitt høvi at tosa um trupul evni
Vaksin fólk hava eina vitan eftir eitt langt lív, men børn – serliga tey, sum eru eitt sindur uppreistrarsinnað – orka ikki altíð at hoyra tey vaksnu tosa aftur og aftur um tað, tey vita. Men bøkur er nakað annað. At lesa fyri og saman við stórum børnum er eitt høvi at tosa um trupul evni.
Góð lesiráð:
At liva í allar ævir eftir Sally Nicholls; syrgilig og lívsjáttandi bók um smádrong, sum hevur ólekiliga krabbasjúku.
Tá ið tú ikki eigur orð eftir Carolin Philipps; bókin er um drongin Kristian, hvørs pápi ger seg inn á hann kynsliga.
Í morgin fara vit aftur at sita í sólini eftir Brynjulf Jung Tjønn; bókin er um ungan drong, hvørs mamma er sálarsjúk.
Angin av vanilju eftir Liina Talvik; bókin er um Siri, hvørs omma hevur krabbamein og gerst sjúkari og sjúkari.
Eitt løgið skip eftir Anita Krumbach; bókin er ein psykologiskur sorgarleikur um dreingin Elo, sum søkir sær samveru við eitt húski, sum júst er flutt hagar.
5. Fáar góðar løtur í einum rokmiklum gerandisdegi
Vaksin fólk hava nógv um oyruni, og nógv børn hava somuleiðis nógv á skránni hvønn dag. At finna tíð til hvønn annan í einum rokmiklum gerandisdegi kann vera trupult. Seta tit tað at lesa upp og saman við børnunum fast á skránna í gerandisdegnum, skapar tú rúm og pláss til dygdartíð millum teg og títt barn. Samstundis er tað eisini eitt frírúm hjá stóru børnunum, sum annars vilja sýnast búgvin – tí tá ið tit lesa saman, er tað nevniliga heilt í lagi at krúpa inn til mammuna ella pápan og njóta nærveruna frá hvørjum øðrum.
Góð lesiráð:
Røðin um Øssur og Mariu eftir Sverre Henmo eru fittar gerandissøgur. Bøkurnar eru Renn! Út í myrkrið, Ertnakríggið og Brenna deyðagras.
Eg eri Malala; øll verðin steðgaði á, tá tað frættist at ein ung pakistansk genta var skotin í høvdið, tí hon stríddist fyri rættinum hjá gentum at ganga í skúla.
Gummi-Tarzan eftir Ole Lund-Kirkegaard; Gummi Tarzan er ein heit og stuttlig søga um drongin Ivan Olsen, sum verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling.
Einki samband eftir Arnar Már Arngrímsson; bókin er um Sølva, Sølvi er ein stúrin, ungur drongur úr Reykjavík, ið verður sendur út á bygd til ommuna at vera. Nederst på formularen
So vøkur tú ert eftir Brynjulf Jung Tjønn sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir.
Á heimasíðuni www.bfl.fo eru hópin av uppskotum til góðar bøkur at lesa saman við børnunum.