Læra fleiri stavir um vikuna

 skjalasavn Tíðindi

Í Noregi hevur verið vanligt, at nýggju næmingarnir, sum júst eru komnir í fyrsta flokk, læra ein stav um vikuna, men ein nýggj kanning staðfestir, at hetta er fyri broytingum.

Nýggja kanningin staðfestir, at fleiri enn 60% av lærarunum, sum vóru við í kanningini læra næmingarnar tveir ella fleiri stavir um vikuna. Broytingin er stór og er hend skjótt, tí í 2013 var staðfest, at bara 21% av lærarunum søgdu seg læra næmingarnar meiri enn ein stav um vikuna.

Kanningin er partur av eini størri norskari verkætlan, sum millum annað skal kanna hvønn týdning, tað hevur fyri næmingarnar at læra fleiri stavir um vikuna, heldur enn bara ein.

Í Noregi hevur tað verið vanligt at læra ein stav um vikuna, men sambært Kjersti Lundetræ á Lesesenteret í Noregi, so byggir tað meiri á siðvenju enn gransking.

– Hugsanin hevur verið, at um farið verður varliga fram, so tryggja vit, at allir næmingarnir eru við. Men hetta er ikki granskingargrundað. Tvørturímóti vísir granskingin, at eisini teir næmingarnir, sum ikki læra stavirnar so skjótt, fáa fyrimun av at síggja nógvar stavir og skjótari, enn vanligt hevur verið fyrr, sigur Kjersti Lundetræ.

Duga nógvar stavir

Kanningin staðfestir, at næmingarnir, sum júst eru byrjaðir í fyrsta flokki, duga nógvar stavir. Longu, tá ið tvær vikur eru farnar av skúlaárinum, duga næmingarnir í miðal 17 stavir. Tað at duga merkir í hesum førinum, at tey duga at seta saman stav og ljóðið, sum hoyrir til stavin.

– Møguliga kann tað hugsast, at næmingarnir í fyrsta flokki síggja fleiri stavir í barnagarðinum, enn tey gjørdu fyrr. Harafturat so eru næmingarnir vaksnir upp við teldlum og teldum, og tí síggja tey nógv fleiri stavir nú enn tey gjørdu fyrr- Kanska er tað orsøkin til, at tey duga so nógvar stavir, sigur granskarin Kristin Sunde, sum stendur fyri kanningini.

Lærararnir lata væl at

Lærararnir, sum eru farnir at læra næmingarnar fleiri stavir um vikuna, lata eisini væl at. Teir greiða frá, at næmingarnir eru skjótari at bróta lesikoduna, og at teir eisini lesa torførari bøkur enn fyrr.

– Tá ið næmingarnir síggja stavirnar skjótari, so lesa teir eisini fyrr og teir stavirnir, sum næmingarnir halda vera torførar, verða eisini endurtiknir oftari. Næmingarnir, sum duga stavirnar, fáa betri stundir at læra seg at skriva og sleppa undan at ‘læra’ okkurt sum teir longu duga. Harafturat síggja lærararnir eisini fyrr, hvørjir næmingar hava brúk fyri eini hjálpandi hond og kunnu tí seta tiltøk í verk, sigur Kjersti Lundetræ.

 

Kelda: utanningsforskning.fo