Lesi- og skrivitrupulleikar kunnu fyribyrgjast – longu í fyrsta flokki

 skjalasavn Tíðindi

Nýggj norsk kanning vísir, at næmingar í fyrsta flokki, sum vóru í vanda fyri at fáa lesi- og skrivitrupulleikar, fingu nógva nyttu úr einum fyribyrgjandi og intensivum skeiði. Norsku granskararnir halda, at hesar royndirnar eiga at vera brúktar í skúlunum

Lesi- og skrivitrupulleikar er orsøkin fram um allar, tá ið serundirvísing verður veitt í norskum skúlum. Trupulleikin er, at oftani mugu næmingarnir stríðast rættiliga leingi, áðrenn teir fáa røttu og neyðugu hjálpina.

Ymiskt er hvør hjálpin er, sum næmingarnir fáa, men nýggja kanningin hjá norsku granskarunum vísir, at serliga næmingarnir, sum eru í vanda fyri at fáa lesitrupulleikar, kunnu fáa munandi nyttu av  serligum átøkum.

Truplleikarnir kunnu staðfestast longu í fyrsta flokki

Kanningin fevndi um 96 næmingar, sum vóru eyðmerktir, sum verandi í vandabólkinum fyri at fáa lesi- og skrivitrupulleikar. Undirvísingin hjá teimum var løgd eftir einum leisti, sum er mentur av granskarum á Lesesenteret á Universitetinum í Stavanger.

Næmingarnir sum fylgdu hesi serligu undirvísingini í eitt heilt ár mentu betri lesiførleikar enn kontrollbólkurin, við næmingum ið høvdu líka stór sannlíkindi at fáa hesar trupulleikar. Harafturat vísti kanningin, at góða gongdin og menningin helt sær í fleir ár aftaná

– Úrslitini vísa okkum, at lærarar longi í fyrsta flokki kunnu finna teir næmingarnar, sum eru í vanda fyri at fáa lesi- og skrivitrupulleikar. Harafturat vísir kanningin okkum, at miðvís og skipað undirvísing í lítlum bólkum kann gera ógvuliga stóran mun hjá hesum næmingunum, sigur Oddny Judith Solheim, sum stóð fyri kanningini, ið kallast På Sporet.

Lesið meiri um kanningina og úrslitini her: Forskning.no