Granskari setur lesihugin undir sjóneykuna

 skjalasavn Tíðindi

Ein granskari á SDU í Danmark ætlar við nýggjari granskingarverkætlan at kanna hvat tað er, sum hendir, tá ið vit lesa. Vónin er, at verkætlanin skal bøta um lesingina hjá bæði teimum lesandi og undirvísarunum, so hon ikki bara er okkurt keðiligt, sum skal fáast frá hondini, men gerst eitt gott og hent amboð.

Hvat er tað sum hendir, tá ið tú lesur? Tað er í veruleikanum so torført at fáa greiði á, at granskingin ikki er komin nakað serligt á leið at loysa hesa gátuna, hóast vit menniskju hava lisið í eini 5000 ár

Nógv er tosa um vánalig hagtøl, tá ið talan er um lesing í fólkaskúlanum, men tøl frá danska Undirvísingarmálaráðnum vísa, at hetta eisini er ein trupulleiki á hægri lærustovnum. Næstan 3. hvør lesandi á bachelorútbúgvingum, har lesing er avgerandi førleiki, gevast, tí tey hava torført at skipa lesingina og at fáa nakað burturúr henni. Nú ætlar leiðarin fyri verkætlanina, “How do University College Students Read”, Sarah Bro Trasmundi at beina lesigranskingina inn á nýggja leið, sum møguliga eisini kann venda keðiligu hagtølunum.

Hugurin til verkið

Oftani siga vit, at hugurin drívur verkið, og tað er ikki minst galdandi við lesing. Tí er lesihugurin eisini eitt av økjunum, sum skulu undir sjóneykuna í granskingini.

– Lesing er nógv meiri enn teknisk avkoding av orðum. Tað er eisini ein umráðandi førleiki at skilja bæði seg sjálvan og umheimin. Hugurin hevur eisini stóra ávirkan á lesingina. Og so ikki at gloyma, so lesa vit menniskju á rættiliga ymiskan hátt, sigur Sarah Bro Trasmundi, lektari á SDU, sum stendur fyri granskingarverkætlanini.

Lesing er nógv meiri enn teknisk avkoding av orðum. Tað er eisini ein umráðandi førleiki at skilja bæði seg sjálvan og umheimin.

Umframt at fáa meiri vitan um, hvussu vit lesa, so vónar Sarah Trasmundi eisini at betra um lesihugin og fáa størri fatan av lesing. Hetta kann ávirka læruástøði, og hvussu vit skipa undirvísingina hjá okkum.

– Sjálv elski eg at lesa, og eg harmist stórliga um, at nógv lesandi á universitetum halda, at tað er so tungt at lesa. Eisini børnunum í fólkaskúlanum dámar verri og verri at lesa, hetta hóast vit øll elska at hoyra góðar søgur. Eg vóni at verkætlanin kann betra um lesihugin,” sigur Sarah Bro Trasmundi.

Kelda: www.sdu.dk